Gerhard Lognberg fær fullan stuðul frá javmnaðarfelagnum í Sandoyar sýslu í tunnilsmálinum Gerard Lognberg kann vera vísur í, at hann hevur valfelagið hjá Javnaðarflokkinum í Sandoyar sýslu aftan fyri seg í spurninginum um fast samband um Skopunarfjørð.
Í einari yvirlýsing sigur felagið, at tað mótmælir teirri viðferð, sum málið hevur fingið í Løgtinginum og í landsstýrinum.
-Sandoyggin er alt ov góð og virðismikil at blíva avtoftað. Vit krevja bert tey somu rættindi sum onnur fólk í Føroyum, stendur millum annað í yvirlýsingini frá Sandoyar sýslu javnaðarfelag.