Stykkja út í Tjørnuvík

Sunda Kommuna er nú farin undir at stykkja út í Tjørnuvík. Upp til 12 grundstykki eru tøk til at byggja á, men í fyrstu atløgu verður gjørt klárt til fýra grundstykki

Fyri fyrstu ferð í næstan 20 ár verður nú grivið út fyri sethúsum í Tjørnuvík. Seinastu sethúsini í bygdini vóru bygd í 1989, og síðani tá hevur mestsum ligið stilt. Men nú røkist aftur fyri nýggjum lívi í bygdini.

Sunda Kommuna er farin undir at grava veg og leggja vatn og kloakk til fýra sethús í fyrstu atløgu. Men samstundis hevur kommunan eisini keypt bygglendi til átta hús afturat, og tískil verður nú møguleiki fyri  12 nýggjum húsum í Tjørnuvík.


Áhugi fyri grundstykkjum

Sum sagt, so hevur einki verið bygt í Tjørnuvík síðani 1989, men seinastu árini hevur eftirspurningur verið eftir grundstykkjum í bygdini. Talan er fyrst og fremst um fólk við tilknýti til bygdina, sum hava havt ætlanir um at seta búgv í lítlu bygdini norðast á Streymoynni.

- Tað vísir seg at har er ein størri eftirspuringur eftir grundstykkjum, enn ein skuldi hildið. Kommunan hevur í longri tíð arbeitt við at fáa fatur á byggilendi í Tjørnuvík, men hetta arbeiðið hevur tikið drúgva tíð, greiðir Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda Kommunu, frá.

Eftir ætlan skuldi tað verða klárt at byggja í oktober í fjør, men í eini bygd sum Tjørnuvík er rættiliga avmarkað við byggilendi, og viðgerðin hjá Matrikulstovuni hevur tikið drúgva tíð. Tískil hevur bíðilisti verið eftir grundstykkjum í bygdini í eina tíð, men nú røkist fyri at fólkini sleppa at byggja.


Byggja heilárshús

Nógvastaðni í Føroyum er tað blivið alt meira vanligt at byggja summarhús ella keypa sethús til summarhús í smærru plássunum. Men talan verður eftir øllum at døma ikki um summarhús í Tjørnuvík.

- Av tí at tað er so avmarkað við byggilendi í bygdini, so hava vit valgt at fyrst og fremst stykkja út til heilárshús. Av teimum fýra grundstykkjunum, sum vit nú eru farin undir at gera, eru tvey seld, og tann fyrsti fer nokk undir at grava út beinavegin. Orsøkin til at vit bara gera fýra grundstykki klár í fystu atløgu er tann, at vit hava valgt at arbeiða eftir eftirspurninginum, og tí at vit ikki vilja brúka óneyðuga nógvar pengar av fíggjarætlanini í ár, sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda Kommunu.


Liður í fýraára ætlan

Tá bygdaráðið í Sunda Kommunu tók við fyri skjótt fýra árum síðani, settu tey út í kortið, at áðrenn hetta fýra ára skeiðið var úti, skuldi kommunan hava grundstykki tøk í øllum bygdunum í kommununi. Henda ætlanin er nú mestsum rokkin.

- Tá vit tóku við fyri fýra árum síðani, søgdu vit at vit ætlaðu at hava grundstykki tøk í øllum bygdunum í kommununi. Nú er henda ætlanin so at siga rokkin. Kommunan hevur seinastu fýra árini keypt næstan 40.000 fermetrar av byggilendi, og grundstykki eru nú tøk í Tjørnuvík, Haldórsvík, á Langasandi, í Streymnesi, Hvalvík og Hósvík. Á Oyrarbakka, Norðskála og Oyri eru nógv hús í gerð nú. Tað er bara í Gjógv, at vit ikki hava stykkja út enn, og har standa 5 á bíðilista, so tað verður nokk tað næsta, kommunan fer í gongd við, sigur Heðin Zachariasen at enda.




Myndatekstur: Vegurin verður nú gjørdur til fýra nýggj grundstykki í Tjørnuvík


Myndatekstur 2: Fyri fyrstu ferð síðan 1989 verður nú farið undir at byggja í Tjørnuvík