Styrki Fitness fer at reka venjingarmiðstøðina í Páls Høll

Í dag hava Vágs Kommuna og Styrki Fitness undirskrivað leiguavtalu. Styrki Fitness fer frá november at reka venjingarmiðstøð á fyrstu hædd í Páls Høll.

 

Vágs Kommuna sendi fyrr í ár út útboð til at reka venjingarmiðstøð. Í samband við útboðið, so valdi kommunan at økja um økið, har venjingarmiðstøðin skal vera. Farið var frá einum øki á fyrstu hædd á 120 m2 til eitt øki á 240 m2. Tvey boð komu inn, og býráðið í Vágs Kommunu avgjørdi á býráðsfundi 31. mai 2022 at taka av tilboðnum hjá Styrki Fitness at reka venjingarmiðstøð.

 

Styrki Fitness við Sigurð Marner Simonsen, Hjørdis R. Simonsen, Anita R. Nysted og Johannes S. Nysted er ein lokal og nýstovnað fyritøka. Sigurð Marner er útbúgvin fysioterapeutur og hevur royndir at reka venjingarmiðstøð.