Styrkin er avgerandi

Gunnar í Liða er sannførdur um, at tað hevur alstóran týdning fyri føroyska tryggingarheimin, at vit hava eitt kapitalsterkt tryggingarfelag

Trygging

Við eini samlaðari eginogn omanfyri milliardina, er einki at siga til, at nógv spurnartekin verða sett við Tryggingarfelagið Føroyar. Ikki minst, nú tosað verður um einsskiljing av almennum ognum.
Tryggingarfelagið var jú í síni tíð grundað á eitt samhaldsfast prinsipp millum tryggingartakararnar, og tí kunnu spurnartekin verða sett við, hvør skal hava ágóðan, verður felagið privatiserað. Ein spurningur, sum fyrrverandi stjórin í Føroya Banka, Jørn Astrup Hansen, eisini nam við í vinnukronikk í mikudagsútgávu okkara.
Har staðfesti Astrup, at leiðslan í Tryggingarfelagnum hevur innkapslað eina millardaogn hjá føroysku trygginartakarunum í eitt holdinfelag. Ein ogn, sum er uppspard gjøgnum 56 ára monopolstøðu. Og ein ogn, sum í veruleikanum er púrasta óneyðug, tá Tryggingarsambandið jú var grundað á samhaldsføstu heftingina millum tryggingartakararnar.

Styrkin er trygdin
Gunnar í Liða er forstjóri í Tryggingarfelagnum, og hann tykist vera grundleggjandi ósamdur í, at stóra eginognin hjá felagnum er óneyðug.
- Hjá okkum hevur tað sera stóran týdning, at talan er um eitt sterkt trygginarfelag. Sjálvt tryggingarvirksemið hevur í nógv ár ikki kastað tað stóra avlopið av sær, og tí er sera umráðandi, at vit hava eitt annað bein at standa á.
Meinar tú tá við, at tit krossa virkisøkini í eini "ólógligari" kappingarstøðu?
- Als ikki. Men tað gevur tann tryggleika, at felagið ikki fer nakran veg, fyri tað um vit uppliva eitt bakkast ella tvey. Júst tann styrkin - at standa ímóti - er øgiliga týdningarmikil hjá okkum.
- Og eg haldi eisini, at tað hevur týdning fyri tann samlaða føroyska tryggingarheimin. Tú skalt eisini minnast til søguliga gongdina á føroyska tryggingarmarknaðinum. Her bleiv kappingin latin upp fyri nøkrum árum síðani, og ta avgerðina fegnast vit eisini um.
- Men júst tí kappingin varð latin upp, var tað sera umráðandi, at vit høvdu ein sera sterkan aktør á marknaðinum. Eg vil ikki siga, at tað hevur hildið øðrum burtur. Men soliditeturin hjá okkum hevur víst møguliga áhugaðum íleggjarum, at teir ikki kunnu troka alla føroyska kapping burtur, bara við at dumpa prísin í einum tíðarskeiði. Teir vita, at tað ikki er ein gongd leið, og tí hava vit ikki uppliva ta støðuna, sigur Gunnar í Liða.

Hava ikki okrað
Ein annar spurningur er so, hvørt tað er rætt mótvegis tryggingartakarunum, at Tryggingarfelagið í hálva øld hevur havt somikið stór yvirskot, at tað hevur borið til at samlað eina slíka egionogn.
Stóri spurningurin her vil altíð vera, um Tryggingin ikki í nógv ár hevur havt nakrar alt ov høgar prísir - takkað verið monopols-støðuni. Eitt nú kostar tað í dag tað sama at tryggja ein spildurnýggjan bil, sum tað fyri 20 árum síðani kostaði at tryggja ein brúktan bil. Men heldur ikki hesum er Gunnar í Liða samdur í.
- Sjálvandi broyttist prísstøðan nakað, tá kappingin varð opnað. Men eg haldi ikki, at talan hevur verið um nakrar okursprísir.
- Tekur tú biltryggingarnar sum dømi, so er tað rætt, at prísurin á hesum hevur verið fallandi. Men hinvegin, so var tað ikki ein so nógv betri forrætning tá, enn tær eru í dag. Har spæla onnur ting sum tryggari bilar, betri vegir, broytt ferðslumentan og nógv annað inn.
- Størsta orsøkin er hinvegin, at Tryggingin øll árini hevur havt ein sera varnan íløgupolitikk. Talan hevur alla tíðina verið um sera tryggar íløgur, og við inflatiónini, sum var í 70'unum og 80'unum, so merkti tað kortini eitt sera høgt avkast. Snøgt sagt, so hevur tryggingin bara gjørt tryggar íløgur hesa góðu hálvu øldina, og tí er pengakassin somikið stórur. Og sum sagt, so haldi eg tað vera eitt sunt tekin. Tað merkir eisini, at tryggingartakarin ongan tíð kann koma í somu støðu, sum uppspararnir komu í undir bankrakreppuni. Tí solvensurin hjá felagnum ger, at tað snøgt sagt ikki er nakar vandi fyri, at fyritøkan kann koma í fíggjarligar trupulleikar, staðfestir Gunnar í Liða at enda.