Styrkir um rættarkensluna

- Tað styrkir eitt sindur um rættarkensluna, at man fekk rætt í tí, ið man visti var rætt.


Tað sigur Sveinur Tróndarson, nú Procesbevillingsnævnet hevur sýtt fyri at royna Toll-málið í Hægsta rætti. Sveinur Tróndarson var millum teir journalistar, ið Jørgen Niclasen hevði stevnt fyri ærumeiðing.


Sveinur Tróndarson var staddur á skrivstovuni hjá Dimmalætting, har hann starvast sum stjóri, tá advokaturin hjá honum, Bjørn á Heygum, ringdi um hálvgum ellivu í morgun.


- Bjørn á Heygum hevur oftani ein skemtiligan máta at siga ting uppá, og eg havi ein lættan humor, so eg flenti nokk so nógv at tí tónanum, ið hann fortaldi mær tíðindini.


Stjórin í Dimmalætting hevur aldrin verið í iva um, at hann var ósekur.


- Kenslan hevur alla tíðina verið tann, at eg var sikkur í, at vit fóru at vinna málið. Eftir mínum tykki hevur tað verið øgiliga greitt, ið hevur ligið frammi. Tað vit hava verið eftir eru faktuell viðurskifti. Tað var fyri neyðini, at rætturin og Procesbevillingsnævnet sá ígjøgnum tað, ið hin parturin hevur ført fram, og staðfesti, at tað vit førdu fram var rætt.


Sjálvur hevur Sveinur Tróndarson longu lagt málið afturum seg.


- Hetta málið fylti nógv fyrstu tríggjar mánaðirnar aftaná 29. desember, og so var eg við í sendingin, ið Kringvarpið gjørdi. Aftaná tað hava vit ikki havt meira at leggja aftrat. Mín uppgáva sum journalistur var at leggja teir upplýsingar fram, ið vit høvdu í málinum. Tað er ikki annað enn tað, ið vit hava gjørt. Síðani havi eg hildið meg vekk frá málinum, tí vit hava ikki havt nakað nýtt at bera fram.