Í nógv ár, hevur eitt forboð fyri tungari ferðslu verið galdandi á Steigarbrekku í Sandavági. Hetta tí brýrnar eru ov veikar til tunga ferðslu.
Í sambandi við, at Vága kommuna í næstum fer undir eina sethúsaútstykking við Stóraklett í Sandavági, har íbindingin verður gjørd úr Steigarbrekku, verða brýrnar styrktar. Hesum boðar Vága kommuna frá.
Hetta verður gjørt við at undirstyðja brýrnar við stáli. Í gjár kom betongið til fundamentini. Arbeiðsfólk hjá Vága kommunu gera arbeiðið.
Arbeiðið at gera økið við Stóraklett byggibúgvið, byrjar væntandi seinnu helvt av apríl.