Styrkja fíggjar-og fyrisitingarliga partin

34 ára gamli Jógvan Kruse er byrjaður í starvi hjá Sunda kommunu sum fíggjar-og fyrisitingarleiðari.

Sunda kommuna hevur fingið eitt nýtt andlit í fyrisitingini í kommununi. Tað er 34 ára gamli, Jógvan Kruse, sum byrjaði í hesum starvi í gjár. 

 

Jógvan hevur lokið útbúgving á fíggjarøkinum og hevur áður starvast í eitt nú peningastovni og hjá Føroya Tele. 

 

- Sostatt hevur hann bæði holla útbúgving og fjøltáttaðar arbeiðsroyndir, ið fara at koma kommununi til góðar, tá talan er um fíggjarstýring og fyriskipan.

Á síni heimasíðu ynskir Sunda kommuna Jógvani Kruse góða eydnu við starvinum, samstundis sum kommunan væntar at síggja munagóð úrslit á hansara starvsøki komandi tíðina.