Styrkja mismunin

Ingeborg Vinther, forkvinna í FA, heldur, at Tjóðveldisflokkurin styrkir mismunin millum tey tímaløntu og tey fastløntu við avgerðini í trivnaðarnevndini

? Hetta prógvar, at eg havi havt rætt í mínum gitingum um Tjóðveldisflokkin.

Forkvinnan í Føroya størsta arbeiðarafelag er eins ill inn á Tjóðveldisflokkin, sum Karl Johansen. Kanska er hon illari. Tí hon sigur, bæði fólkaræði og rættartrygd eisini eru sett til viks í føroyska samfelagnum í dag.


Vána grundgeving

Ingeborg Vinther heldur grundgevingarnar hjá meirilutanum í trivnaðarnevndini fyri at vera ímóti uppskotinum um broytingar í dagpeningaskipanini vera alt ov vánligar. Men hon heldur seg vita, hví uppskotið ikki kemur ígjøgnum. Eftir hennara tykki, er tað fullveldisætlanin, ið hevur skuldina.

? Eg vóni, at fólk fáa eyguni upp fyri, at Tjóðveldisflokkurin als ikki er arbeiðaranna vinur, men bert hevur eittans endamál, og tað er at fáa fullveldi.

Ingeborg Vinther veit ikki, hvat kann gerast, nú útlitini fyri at fáa dagpening frá fyrsta sjúkradegi eru smá. Men hon sigur seg kunna staðfesta órættvísi í samfelagnum, og vísir hon á, at onnur fakfeløg í landinum - eisini hjá alment løntum - veita henni fullan stuðul.