Verkfall
? Har var púra ongin slingur í valsinum.
Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag kom styrktur aftur av limafundi í Havnar Arbeiðsmannafelag seinnapartin mikudagin.
Yvir 25 limir í Havnar Arbeiðsmannafelag høvdu biðið um limafund av viðgera støðuna í verkfallinum.
Men Hans Joensen sigur, at nevndin fekk 100% undirtøku fyri tí, sum hon hevði gjørt. Og undirtøkan fyri at verkfallið skuldi halda fram, var líka stór.
Og Hann leggur dent á, at tá ið hann sigur 100% undirtøku, skal tað skiljast heilt bókstaviliga, tí hann meinar hann ikki við 99% undirtøku.
Hann sigur, at talan var um ein siðiligan fund, háast hetta mundi vera ein hin fjølmentasti fundurin í felagnum leingi, tí mett verður, at einir 300 mans vóru á fundi.
? Á fundinum greiddi eg limunum frá, at nevndirnar í hinum feløgunum hava fullan avgerðarrætt og at tað kann skapa rumbul og tvørleikar, skal eitt felag alla tíðina spyrja limirnar eftir.
?Hesi síðstu 15-16 árini hava vit ikki spurt limirnar eftir fyrr, tá ið støða skal takast til semingsuppskot og tá ið ongin hevur gjørt vart við seg, hava vit hildið, at tað varð góðkent mannagongd, hóast eg ásanni, at tað stendur í lógini, at varar verkfall meiri enn 24 tímar, skal tað leggjast fyri limirnar.
Limir umhugsa at stevna
Teir, sum kallaðu saman til fundin, eru ikki heilt nøgdir kortini. Teir siga, at teir høvdu kallað saman til fundar við eini ávísari dagsskrá, men tann dagsskráin varð ikki fylgd.
Teir høvdu sett fram fimm punkt, sum teir vildu hava fundin at viðgera.
Teir vildu hava kunning um verkfallið og um støðuna. Teir vildi eisini hava fundin at taka støðu til at taka støðu til verkfallið eftir áðurnevndu grein 31. Somuleiðis vildu teir hava fundin at viðgerða krøvini til arbeiðsgevararnar og samstarvið við Føroya Arbeiðarafelag og at enda vildu teir hava fundin at taka støðu til um verkfallið skuldi halda fram, ella um samráðingarnar skuldi takast uppaftur.
Dorian Petersen, sum er ein av stigtakarunum, sigur, at teir góvu eisini felagnum skrivligar grundgevingar fyri, hví teir vildu hava fundin.
?Men punktini, vit hava sett upp, vóru ikki tikin upp á fundinum, sum tey skulu.
Sostatt var fundurin, sum var mikudagin, ikki tann fundurin, sum vit høvdu biðið um, sigur Dorian Petersen.
? Tað er eisini lógarbrot, sigur hann.
?Sama, hvat vit halda um verkfallið, og sama, hvussu okkum dámar lógirnar hjá felagnum, so er tað ógvuliga álvarsligur trupulleiki, at nevndin ikki heldur lógirnar, sigur hann.
Kortini ásannar hann, at limirnir stuðlaðu nevndini fult út og stuðlaðu eisini, at verkfallið heldur fram. Somuleiðis fekk nevndin stuðul til at halda fram.
Hann sigur, at tað var heldur ikki so nógv hetta, sum fundurin snúði seg um. Fundurin snúði seg um, at vit hava lógir í felagnum, sum ikki eru hildnar og tað er rættiliga álvarsamt.
Hann sigur, at fyri tað fyrsta hevur atkvøðugreiðsla um verkfallið ikki verið enn og tað er grovt lógarbrot. Samstundis er áheitanin um fund við ávísari dagsskrá skúgvað til viks.
Hann sigur, at tí umhugsar hann sjálvur at spyrja sakførara um grundarlag er fyri at stevna nevndini fyri lógarbrot.
Hans Joensen sigur, at tað tekur 14 dagar at halda eykaaðalfund. Hann heldur eisini, at sum áheitanin frá limunum var orðað, var eitt ikki heilt greitt, hvat slag av fundi, teir vildu hava.
Men hann váttar, at dagsskráin, sum stóð í áheitanini, varð ikki fylgd, men summi av málinum vórðu viðgjørd.
Hann váttar tó, at formlig atkvøðugreiðsla var ongin.
Hans Joensen sigur, at onki er avgjørt um tað so verður eykaaðalfundur seinni.