Stytsta leið er stytsta leið.

So greiður og avgjørdur var landsstýrismaðurin í fíggjarmálum í sambandi við ferðarstuðul í KVF fyri á leið tveimum vikum síðan, at hann ætlaði sær í løgtingið við ferðarfrádráttinum, tí (hansara orð: kvf.fo/netvarp/uv/2021/08/25/dalet-export-1473095):

 

  1. Landið veðheldur fyri tunlinum,
  2. landið leggur upp til longru leiðina og soleiðis til størri slit á vegirnar, og
  3. landið leggur upp til størri CO2-útlát.

 

Ikki er neyðugt ella rætt at fara í løgtingið við hasum málinum, tí trupulleikin kann avgreiðast skjótt og á skilagóðan hátt: Tillaga prísirnar beinanvegin, so fleiri fara at brúka tunnilin. Verður tað gjørt, verða fylgjurnar tær, at:

 

  1. Veðhaldið, sum landið skal gjalda, verður í ringasta føri óbroytt, helst verður tað minni,
  2. vegirnir slítast nógv minni, og
  3. CO2-útlátið tóðnar í minsta lagi 30.000 tons árliga.

 

Men annað, ið hongur uppi í tillagaðum tunnilsgjaldi, er, at:

 

  1. Eysturoyar- og Sandoyartunnilin verða fíggjaðir við brúkaragjaldi heldur enn við skattakrónum,
  2. færri koyrdir kilometrar geva færri ferðsluóhøpp, so tað hevði bøtt um ferðslutrygdina,
  3. ferðslutrygdin um veturin verður betri við stytru leiðini, og
  4. heilsuverk og tilbúgving fáa minni at gera og betri stundir til aðrar átrokandi uppgávur.

 

Tá ið koyrast kann gjøgnum Sandoyartunnilin, fer hann væntandi at bøta um raksturin, umframt at útreiðslur til ferju/r og røkt svinna ella hvørva heilt.

 

Tað kann heldur ikki vera rætt, at landið noyðir fólk og virki at koyra dýraru leiðina, tí tað fer at dýrka gerandisdagin hjá fólki óneyðugt og tyngja rakstur og ársúrslit hjá fyritøkum. Tað er neyvan rættur borgarligur vinnulívspolitikkur. Best man vera, um politiski myndugleikin heldur fingrarnar burtur frá almenna partafelagnum og letur stjóra og stýri virka sjálvstøðugt.

 

Úrslitið av tí, ið landsstýrismaðurin ætlar sær at gera, fer kanska eisini at síggjast aftur á komandi løgtingsvali, sum er ikki so langt burtur. Leggur hann ein eyka skatt oman á skattgjaldaran við ferðarstuðlinum, er ikki óhugsandi, at annað fólk situr í tí sessinum eftir komandi val og sleppur at tillaga tunnilsgjaldið saman við stjóranum, so sum fólksins vilji helst man vera. Men tað eru sjálvandi bara gitingar.

 

Virðingarmest,

 

Hans J. Hermansen