Stytta um bíðilistan á Landssjúkrahúsunum

Eitt nýtt rák, sum hevur tikið seg upp, ger tað skjótari hjá sjúklingum at sleppa framat

- Eg síggi hetta sum ein møguleika og ikki ein trupulleika.

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen formaður í Sambandsflokkinum.

Lokafelagið hjá Sambandsflokkinum í Suðurstreymoy hevur havt kjakfund um støðuna í heilsuverkinum.

 

Og á tí fundinum var eisini nomið við nýggja rákið, sum hevur tikið seg upp, har fólk kunnu seta seg fyri privatum sjúkratryggingum.

 

Endamálið við tí er at sleppa framat at fáa viðgerð at kalla beinanvegin, eitt nú á privatsjúkrahúsi, heldur enn at verða sett á bíðilista á almenna heilsuverkinum

 

Kaj Leo Holm Johannesen, sigur, at hann sær hetta sum ein møgleika fyri at styttta bíðitíðina at sleppa framat at fáa viðgerð í almenna heilsuverkinum

 

- Vit spara onki við at lata ein sjúkling bíða í fleiri mánaðir, efir at fáa hann í viðgerð. Tað er dýrari at hava fólk sjúk í mánaðir, heldur at fáa tey í viðgerð beinanvegin, sigur hann.

 

Yvirhildu sambandsfólk á fundinum, at fáa fólk viðgerð á privatsjúkrahúsi, sleppa onnur skjótari framat, enn tey annars høvdu gjørt, skuldu øll staðið á bíðilista.

 

Hinvegin varð víst á, at føroyska heilsuverkið hevur ikki heimild at bjóða seg fram til ávísar viðgerðir, hóast umstøður eru til tað á ávísum økjum.

Almenna heilsuverkið í Føroyum kann ikki bjóða viðgerðir fram fyri pening, varð ført fram.

 

Sambandsfólk halda, at hetta er ein spurningur, sum eigur at verða tikin upp. Eitt dømi, sum varð nevnt um hetta, eru skurðviðgerðir fyri fiti.

Og tey halda, at hetta er ein spurningur, sum eigur at verða tikin upp.

 

Nógvir føroyingar fara uttanlands at verða skurðviðgjørdir fyri fiti, hóast hetta eru viðgerðir, sum kundiu verðið gjørdar í Føroyum. Men tá ið tey, sum eru viðgjørd koma heimaftur, og fáa fylgissjúkur, er tað heilsuverkið í Føroyum, sum skal viðgera tær.