Dómararnir og dømandi valdið komu styrkt úr aðalfundinum hjá fótbóltssambandinum. Átta broytingar vóru gjørdar í kappingarreglunum, har tað nú er styttri til leikbann, meðan kappingarnevndin nú kann revsa brot í venjingardystum.
Tað bleiv samtykt, at nú bara skulu fýra gul kort til leikbann í landskappingini í bestu og næstbestu deildini. Í steypakappingini skulu bara tvey gul kort til eitt leikbann.
Hans Jørgen Djurhuus málið, tá Poul Ingason breyt nøsina í einum venjingardysti í fjør, tykist eisini hava fingið eitt eftirspæl. Nú kann kappingarnevndin áseta nærri reglur um leikbann ella burturvísing av venjarum og leiðarum, um viðkomandi vísir óhøviskan atburð ella málburð í venjingardysti.
Eisini varð samtykt, at tá lið standa á jøvnum í stigum verður fyrst hugt eftir, hvat lið hevur møtt betur upp til dystir, áðrenn hugt verður eftir samlaða málmuninum
Allar broytingarnar blivu einmælt samtyktar.
Á aðalfundinum varð roknskapurin fyri 2015 lagdur fram og góðkendur. Roknskapurin fyri í fjør vísti eitt yvirskot á umleið 4,5 mió. krónur.