Bergtóra Hanusardóttir hevur áður gjørt vart við seg við skaldsøguni "Skert flog" 1990, um eina føroyska kvinnu, fødd fyri aldaskiftið, og stuttsøgusavninum "Loynigongir" 1993, har tráðurin í søgunum er gentan Súsanna, sum veksur til og fer út í stóru verð. Nýggja skaldsøgan setur í tíð á eina heilt aðra staðni, nevniliga fyrst í 1700-árunum, men evnið er nú sum fyrr kvinnukor.
Sára verður gift í eina bygd í Norðoyggjum, og hon er góð við mann og børn, men so kemur beiggi mannin av langfaraleiðum, og hon gerst góð við hann. Hvørki vil kortini gera nakað skeivt, so tey geva seg undir korini - og beiggin fer út aftur í verðina. Nú vil tað so við, at maður Sáru gongur burtur. Missurin er svárur, men nú skuldi tað verið lagamanni hjá teimum forelskaðu at funnið saman. Tað var bara ikki loyvt tá á døgum og mett sum blóðskemd. Leikurin fer sína óvikandi gongd. Søgan, ið hevur veruliga fyrimynd, er bæði spennandi og hjartanemandi.
"Suðar dýpið reyða" er løgd til rættis og prentað á Hestprent. Skaldsøgan er 190 síður til longdar og kostar 220 krónur. Mentunargrunnur Stundentafelagsins gav út.