Sat við eitt hugnaligt føðingardagsborð, tá eg legði merki til, at elsti bróðir hevði ringt fleiri ferðir á fartelefonina. Boðini frá bróðurinum vóru ikki góð, og stutt eftir komu endaligu boðini. Ása systir var farin. Hóast hon hevur havt vánaliga heilsu í nógv ár, so kendust boðini um, at ein av okkum systkjunum var farin sera tung. Sum um ein limur av tær ikki er har longur. Ongantíð aftur. Ongantíð aftur kunnu vit øll sita saman, kenna hvønn annan og minnast á farnar dagar.
Ása var fødd 19. februar 1944. Hon var næsta barnið hjá 25 ára gomlu Mary og 32 ára gamla Esmari. Trý og eitt hálvt ára gamli bróðurin, Arnhold, spældi helst við okkurt leika á gólvinum, sum pápin hevði keypt honum á sínum ferðum til Onglands í krígssigling.
Tit búleikaðust í einum gomlum húsum úti á Áargarði í Leirvík. Mamma og pápi og tit bæði børnini, Martin abbi og avlamni mammubeiggin, Frithjof. Í húsunum var einki ravmagn til ljós og tól, men kolkomfýrur, primus, petroliumslampur, stormking og kanska ein kaldur vatnkrani í køkinum. Kúgv, hønur og nátthús í kjallaranum og hoyggjhús í norðurendanum. Hetta vóru ikki góðar umstøður hjá mammu, sum leið av astma.
Men lívið skuldi livast og treiskast. Pápi og pápabeiggin, Ingvard, keyptu útróðrarbátin Varvastein í januar 1946. Næsti bróðirin, Martin, kom á heysti í 1946 og næsti yngsti bróðirin, Henry, varð føddur í januar 1948. Fyri framman vóru spennandi tíðir hjá ungum monnum, men eisini truplar tíðir við missi og sorg, fíggjarligum bakkøstum og torførum tvídráttum. Hetta hevur uttan iva merkt tykkum bæði eldru systkini meira enn teir yngru brøðurnar. Eftir tykkum fýra systkini kom fyrst ein deyðføddur drongur í februar 1951 og síðani eg í januar 1955, fáar dagar eftir at útróðrarbáturin var gloppin pápa av hondum.
Soleiðis vóru barnaárini hjá tær. Tú hevði títt at dragast við. Mamma var nógv sjúk. Pápi sigldi til seinast í fimmtiárunum, meðan Martin abbi mest var heimamaður tá. Arbeiðskonur, bæði úr Leirvík og av bygd, komu og fóru. Tá ið mamma var sjúk, búðu tit javnan hjá skyldfólkum í Leirvík, Lamba, Klaksvík og Vági í stytri og longri tíðarskeið. Hetta setti sum frá leið helst stór krøv til tín.
Sum smádrongur minnist eg teg sum tannáring. Tú tókst sjálvandi lut í tí vanliga húsarbeiðinum, men tú tókst tær eisini nógv av mær. Vaskaði, klæddi og legði meg at sova. Tær somu søgurnar, tann sama sangin og signing kvøld eftir kvøld.
Men so flutti tú til Havnar. Fórt í læru hjá Einar Storr í Dr. Jacobsens gøtu, handil og kontór. Har lærdi tú saman við Jákupi á Kamarinum og Kjartani Dalsgaard. Tá ið vit so onkra hendinga ferð vóru og vitjaðu í Havn, búðu vit hjá mostur, sum tá var flutt til Havnar og búði til leigu í tvíhúsunum úti við Rættará. Svóvu í stovuni, eg í fína stólinum, sum kundi hálast út til at verða ein song. Tað var óført. Og so slapp eg heim til Einar Storr at vitja teg, har tú stóðst við diskin og seldi toy í meturmáli. Heilsaði eisini upp á Jákup og Kjartan, sum eg havi heilsað upp á síðani. Tú búði til leigu í karmari uppi við Viðarlundina, og har var eisini sera hugnaligt at vera og vitja teg.
Men so eitt vikuskifti, tú vart komin norður at vitja, fortaldi tú, at ein maður, sum tú kendi, fór at koma inn á gólvið. Pedvin kom inn í myndina við sínum litum og tónum. Stórur, snøggur, stillførur og barngóður maður úr Rituvík, sum arbeiddi sum elektrikkari í Havn. Tá broyttist alt. Tit giftust, tað minnist eg tó lítið og einki til, og tit fluttu í kjallaraíbúð yviri í Djóna í Geilsgøtu í Havn. Fyrst kom Anleyg, lítil sum ein dukka, dagin eftir at Martin hjá Doru fastir var farin til gravar. Síðani komu Esmar og Niclas. Tað var hugnaligt at vitja tykkum í Djóna í Geilsgøtu, ikki minst at sleppa ein túr við Pedvin á tveytakts motorsúkklu, sitandi frammanfyri tvørtur um tangan.
Tað fall mær í lut at vera ímillum ættarliðini, at vera næstan líka lítið javngamal við míni næstu systkin sum við tey elstu í næsta ættarliðinum, tey elstu hjá tær Ása og tær elstu hjá Arnholdi. Hetta skapti eitt serligt samband og málbrúk í nógv ár, sum viðhvørt verður brúkt enn.
Tit fluttu til Rituvíkar at búgva. Pedvin skuldi arbeiða sum elektrikari hjá Jóhannusi í Runavík. Tú vart bitin av handilslívinum og tit bygdu stór hús á Høgabóli í Runavík. Minnist at eg hjálpti til at stoypa grundina upp í summarfrítíðini 1969. Búði hjá tykkum í Rituvík tað summarið. Tit fluttu inn í 1970. Tá var ikki meira gjørt enn neyðugt. Tó hevði tú bindimaskinu við holkortum til mynstur í tí lítla rúminum við síðuna av køkinum. Bant fyri fólk og vanst nakrar krónur har. Og so kom yngsti sonurin, Magni, í 1972.
Loft og kjallari vórðu sett í stand. Tit fóru at handla við elektriskum lutum. Tit seldu og Pedvin monteraði og repareraði. Tað vant nógv uppá seg, samstundis sum heilsan hjá tykkum báðum fór at bila. Tað bleiv bygt uppí, og tú fórt eisini at selja klæðir, bæði í Føroyum og í Íslandi. Kanska setti tú handilslívið fram um heilsu, vælveru og samveru? Eg veit tað ikki, var lítið heima hesi árini. Men tað dró frá tykkara millum, og tit fóru hvør til sítt seinast í áttatiárunum.
Tú flutti til Reykjavíkar og vildi royna eydnuna har. Men tað var ikki bara sum at siga tað. Tað rak upp í ættina, og tú mátti seta upp. Heilsan var eisini við at verða eitt haft um beinini, og tú orkaði ikki tað, tú fyrr hevði gjørt.
Tey seinastu mongu árini hevur tú livað illa. Tú søkti tær alla tað viðgerð, tú kundi fáa, men lítið hjálpti. Tú royndi tó sjálv at hjálpa til, har tú kundi. Sat við telefonina á kreppustøð í Reykjavík og vart við í ABC barnahjálp har yviri. Hjálpti eisini til at fáa henda felagsskapin at virka í Føroyum. Barnatrúgvin lá djúpt, og tú søkti lívd í kirkjum og kristiligum samkomum í Reykjavík.
Tey seinastu árini hevur tú verið bundin at hjálpartólum av ymsum slagi. Tú valdi tó at búgva í Reykjavík, tí har metti tú, at tú hevði tað best. Anleyg hevur búð hjá tær ávís tíðarskeið, og búði eisini hjá tær hesa seinastu tíðina. Takk fyri tað.
Leygardagin 21. apríl 2012 var tímaglasið runnið. Lívsins leið var komin at enda og tann andaliga byrjað. Í góðveðri mánadagin 30. apríl 2012 vart tú borin til gravar í grannalagum hjá foreldrum og kenningum í kirkjugarðinum í Leirvík.
Tankarnir leita til tykkum fýra systkini við familju sum eftir sita. Hann, sum øllum valdar, styrki tykkum øll. Friður veri við minninum um móður tykkara og systur okkara.
-------
Ingvard