Suð á konsertferð í Eysturoy

Kvinnukórið, Suð, fer leygardagin at hava fýra konsertir í Eysturoynni. Í septembur verða tvey ár, síðani kórið byrjaði at venja, og hevur tað hesa stuttu tíð eydnast teimum at gjørt seg kendar her hjá okkum

 
 
Í samband við samanleggingina av Oyndarfjarðar-, Skála og Runavíkar Kommunu, fer kvinnukórið, Suð úr Klaksvík, undir leiðslu av Steinvør Fonn, at hava fýra konsertir í Eysturoynni.
Í septembur verða tvey ár, síðani Suð byrjaði at venja. Hesa tíðina hava tær verið sera virknar og hava sungið til konsertir í Klaksvík, Gøtu, Mentanarhúsinum í Fuglafirði og í Kommunuskúlanum í Havn.
Eisini hava tær sungið til nógv onnur høvi, eitt nú á matiné?um, til  vígslur, jarðarferðir, hátíðarhald, ábyrgdaraveitslur og stórar føðingardagar.
Fyri stuttum sungu tær til setanina av stóru KT-stevnuni, sum var í Norðurlandahúsinum.
Leygardagin fer kvinnukórið á rundferð í Eysturoynni. Fyrst verður farið til Elduvíkar, síðani til Oyndarfjarðar, Skála og Runavíkar.
Á konsertunum, sum verða um 40 minuttir hvør, fara tær at syngja sálmar og sangir, kend negro spiritual umframt kend klassisk stykki.
Eisini verða sangir úr vælumtókta sangleikinum ?The Sound of Music? og úr sangleikinum ?Chicago? á skránni. Tað er Jóhannes Andreasen, sum hevur klaverfylgispælið.
Vilt tú vita meira um kvinnukórið, Suð úr Klaksvík, kanst tú leita inn á heimasíðu teirra, www.sud.hello.to
 
Konsertirnar leygardagin 8. mai verða hesar:
 
Klokkan 14.30 í Elduvíkar kirkju
Klokkan 16.00 í Oyndarfjarðar skúla
Klokkan 18.00 í Skála skúla
Klokkan 20.00 í Runavíkar skúla
 
Leiðari: Steinvør Fonn
 
Sangarar:
Henny Gerðalíð
Gunvá við Keldu
Hansa Sivertsen
Joan Høj Jacobsen
Tove Vitalis
Assa Færø
Unnur S. Fonn
Tóra við Keldu
Mása Tróndheim
Ásla Fonn
Hildegunn Mortensen
Erla Petersen
Súsanna Sivertsen
Jónfríð Foldbo
Martha Mýri
Simona Johannesen