SU: Nøkur fet nærri einum rúmligum samfelag

Sosialistisk Ung
-------------

Vit í Sosialistisk Ung ynskja felagsskapinum LGBT Føroyar góðan byrð. Vit taka fult undir við endamálinum hjá LGBT Føroyar: At skapa eitt rúmligari samfelag fyri samkynd, tvíkynd og transseksuell!
Í Sosialistisk Ung siga vit NEI! til at gera mun millum samkynd og hinkynd í rættarskipanini. Tí vilja vit arbeiða fyri, at øll fáa somu borgarligu rættindi, eitt nú í sambandi við hjúnarlag og arv.
Tað hevur stóran týdning fyri at tað skal vera liviligt í Føroyum, at vit vísa tolsemi og áhuga fyri vinum, nábúgvum, starvsfeløgum og øðrum, vit liva saman við.
LGBT Føroyar er ein felagsskapur, sum við positivum sinni fer til verka fyri at upplýsa um menniskju, ið hvønn dag verða bólkað vegna sín seksualitet, tí at fólk vita ikki betur.
Hóast endamál felagsins er at skapa opinleika um fólk við ymiskum seksualiteti, verður hetta vónandi ein glíðibreyt til frama fyri allan ymiskleika millum okkum, sum liva her í Føroyum.