Suðringar lyftu seg upp um strikuna

Næstbesta HB liðið legði í dag rygg til 2-0 tap á Vágseiði

Heimasigurin hjá teimum næstbestu hjá Suðringum á Vágseiði í dag kendist sera søtur.

Teir næstbestu hjá HB vitjaðu, og teir fóru til hús aftur við 2-0 tapi.

Sigurin ber við sær, at Suðringar lyftu seg upp um strikuna og nú eru á áttanda plássi – trý stig frammanfyri B36. Um fjúrtan dagar fáa Suðringar vitjan av B36. Tá verður talan um lyklauppgerð í kappingini fyri at sleppa undan niðurflyting.

Í dag vórðu bæði málini skorað í fyrra hálvleiki. Poul Ingason var í dag á næstbesta liðnum, og hann legði Suðringar framum, tá ið eitt korter var farið. Tá ið ein lítil hálvur tími var farin, økti Aron Sørensen til 2-0.

HB er ikki í vanda fyri at flyta niður, og tað eru átta stig frá HB og fram til bronsuplássið.