Suðuramerikanskur vín-fepur

Argentinska sendistovan í Danmark skipaði herfyri fyri stórari vínsmakking í Keypmannahavn. Argentinar hava seinnu árini veruliga spent seg út at útflyta vín til vínnjótarar um allan heim. Og tað er ikki bara nøgdin, men heldur dygdin av víni, ið hetta passioneraða fólkaslag vil læra okkum at taka til sín. Serliga er tað Malbec-drúvan, ið eisini er tjóðar-stoltleikin, sum argentinar eru erpnir um. Var hjástaddur til smakkingina og hevði áhugavert prát við fleiri argentinsk fólk. Hesi eru avmyndaði á forsíðuni í dag. Frá vinstru, Juan Carlos Kreckler, argentinski sendiharrin til Danmark, ið eisini vísti áhuga fyri føroysku fiskivinnuni. Síðani Andrés Rosberg, forseti í argentinska Sommelier-felagnum. Mariela Molinari frá navnframa vínhúsinum Catena og at enda Elio Zardini, ið hevur stovnað tvær argentinskar matstovur í Keypmannahavn, Fuego og Asador.

Kili ger eisini burtur av sær í hesum døgum. Fremsti kokkurin í Kili, Pilar Rodriguez (avmyndað her á síðuni) vitjaði Keypmannahavn fyri kortum saman við vínhúsinum Viu Manent. Leggið til merkis, at Pilar er konufólk. Tað er ikki so oftani at vit síggja stjørnukokkar, ið eru kvinnur. Henda verðin hevur altíð verið mannfólkaheimur. Pilar gjørdi mat á matstovuni Ketchup í Tivoli og sera áhugavert var at hoyra um og smakka hennara matlist.

Vínummælini hesa vikuna viðger og gevur skoðsmál nettup til vín frá Catena og Viu Manent. Og væl hepnaðist kann eg avdúka.

Sat í flogfarinum hjá Atlantsflogi í vikuni á veg til Føroya. Tit kenna støðuna, tá ið síðumaðurin er prátingarsamur og fer at spyrja um alt møguligt. Hesaferð var eg ikki offrið, men ein ungur útiseti beint frammanfyri meg. Kundi ikki bera meg undan at hoyra klassisku samrøðuna teirra millum. Síðumaðurin var úr Sveits og skuldi fyri fyrstu ferð til Føroya at vitja – »on business«, sum hann orðaði seg. Haldi tað mundi vera triði spurningurin, ið ljóðaði soleiðis: »So do you have any special foods in The Faroe Islands?«. Hetta fekk meg veruliga at staðfesta, at tað liggur so djúpt í okkum menniskju, at spyrja til matmentanina, tá ið vit vitja onnur lond og fólkasløg. Hetta hevur grundleggjandi týdning fyri hvussu vit meta um aðrar mentanir.

Í komuhøllina í Vágunum sá eg so almen umboð við skelti taka ímóti sendinevnd úr EFTA-parlamentinum. Tað var mínsann ein EFTA-maður, ið spurdi um føroysku matmentanini! Vónandi verður hann tikin í álvara.