Suðuroy annað uppiborið

Er »Bacalao« tað mest rationella virki, sjálvur arbeiddi eg fyri umleið 45 árum síðani á »Bacalao« nú høvuðssæti hjá Faroe Seafood

Áðrenn tað arbeiddi eg á virkinum hjá N. Niclasen í Sørvági.

Hesi bæði virkir vóru upprunaliga bygd til saltfiskaframleiðslu, fyri síðan at vera nýtt til flakaframleiðslu.

Sostatt hevur »Bacalao« skjótt ein mansaldur á baki.

Fyrr í ár var Snarfrost í Miðvági latið aftur, sjálvt um tað virkið var sera rationelt og hartil væl rikið.

Nú var so túrurin hjá Flakavirkinum í Vági at fella, eitt virki, ið fyri 15 árum síðani var mett at vera tað mest framkomna virki í Norðanlondum.

Samstundis sum Faroe Seafood hevur gramt seg um manglandi arbeiðsmegi er ein fjøld av kvinnum og monnum í Suðuroynni koyrd út í arbeiðsloysi, saman við teimum ið starvaðust á Snarfrost.

Jú, rætt er, at fiskiskapurin hevur verið slakur, men at »Bacalao« skal vera meira rentabult enn Snarfrost og Flakavirkið í Vági, og at tað harafturat beinleiðis verður sagt, at starvsfólki er orsøkin til vána rentabilitet, tað er langt úti.

Eingin ivi er um, at var »Bacalao« heimahoyrandi í Vági, so var virksemi flutt norður um, tí hetta virki var ov gamalt og ótíðarhóskandi.