Suðuroyar Sjúkrahús: Adrian fekk álvarsaman heilaskaða

Tey bóu meg sløkkja respiratorin, tí tey søgdu, at hann var heiladeyður, sigur 21 ára gamla Barba Sandá úr Vági.

- Tey bóu meg sløkkja respiratorin, tí tey søgdu, at hann var heiladeyður. Eg vildi ikki gera tað og dagin eftir vísti tað seg, at hann kláraði at anda sjálvur. Men hann hevur fingið ein álvarsaman heilaskaða, sigur 21 ára gamla Barba Sandá úr Vági, sum í mars 2015 átti ein multihandikappaðan drong á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

 

Í Vikuskiftis Sosialinum hesaferð ber til at lesa um tað, sum hendi, tá ið Barba Sandá átti son sín á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Tað gekk ov long tíð at fáa keisaraskurð til dreingin, tí eingin skurðlækni var í Suðuroynni. Og úrslitið gjørdist, at drongurin ikki fekk ilt í alt ov langa tíð. 

 

Les rámandi søguna hjá ungu gentuni i blaðnum, sum kemur á gøtuna í Havn í kvøld og kring landið í morgin.