Suðuroyar Svimjifelag situr tungt á FM

Svimjararnir úr Suðuroynni hava rættiliga gjørt hol í sjógvin við at vinna heili 23 av 27 gullmerkjum í FM kappingini higartil. Seinastu finalurnar eru á skránni seinnapartin. Fyrstu tveir dagarnar av FM 2008 eru heili sjey nýggj, føroysk met sett. Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag hevur sett trý met ? í 100 m firvald, 100 m blandað og 200 m blandað. Kári á Høvdanum úr Fuglafjarðar Svimjifelag hevur sett met í 200 m rygg og 50 m rygg. Tíðin í samband við seinna metið var somikið góð, at hon tryggjaði Kára á Høvdanum eina gullnál, ið er fínasti heiður fyri ein svimjara. Og Malan Vitalis Bærentsen úr Suðuroyar Svimjifelag hevur sett nýtt met í 100 m bringu og 50 m bringu.

Heiðursmerkjabýtið eftir fyrstu tveir dagarnar:

Suðuroyar Svimjifelag: 23 gull, 11 silvur, 7 bronsu

Fuglafjarðar Svimjifelag: 3 gull, 4 silvur, 10 bronsu

Havnar Svimjifelag: 1 gull, 9 silvur, 8 bronsu

Ægir: 1 silvur, 1 bronsu

Reki: 1 silvur

Harvið hevur Suðuroyar Svimjifelag sett set tungt á heiðursmerkini í FM 2008.

Seinasti finaludagur er í dag. Innleiðandi kappingarnar eru avgreiddar og finalurnar byrja klokkan 1530. Rás1 hjá televarpinum, ið hevur sent allar finalurnar beinleiðis, byrjar at senda klokkan 1520.

Tað verður gjørt í samstarvi millum Svimjisambandið, Televarpið, R2-Net og Rás2.

Úrslit og tíðir í øllum kappingum eru at finna her<a>