Jacob Vestergaard
????
Landsstýrið er nú komið við einari ?Suðuroyarætl-an? í 10 punktum, sum skal stuðla undir menningina av Suðuroynni. Fleiri av punktunum eru staðfestingar av betringum, sum longu eru framdar ella settar á dagskrá, og sum vónandi viðvirka til, at gongd kemur á aftur virk-semi í Suðuroynni.
Landsstýrið nevndir møguleikan, at Suðuroyggin verður ein ?feskfiskamiðdepil?. Hetta er sera áhugavert, men samstundis fegnast landsstýrið um, at 35-40 ársverk verða á Polarfrost í Vági. Tað er tó trupult at íminda sær, at Suðuroyggin skal verða ?feskfiskamiðdepil?, tá størsta virki í Suðuroynni, Polarfrost, verður nýtt til saltfiskaframleiðslu, men livst og spyrst.
Hóast frammanfyristandandi, og hóast ein kundi hugsa meira ítøkiligar út-meldingar frá landsstýrinum, so er tað at fegnast um, at ein ?Suðuroyarætlan? er gjørd. Politiski myndugleikin tekur støðuna í Suð-uroynni í álvara og viðgerð hana á hægsta stigið.
Sum íkast til ?Suður-oyarætlanina? kundi eg hugsað mær útmeldingar um, at dagført alt vega-kervið í Suðuroynni, og ikki bert farleiðina millum Hov og Øravík. Hyggja vit at farleiðini til Hvalbiar, so er Hvalbiarbergholið ótíðarhóskandi og er ein forðan fyri tí virksemi, sum er í Hvalba. Nýtt berghol millum Trongisvág og Hvalba er ein sera týðandi táttur í framtíðini hjá Suðuroynni, og má raðfestast skjótast, eins og bergholið ?norður um fjall? á Borðoynni.
Sum tað framgongur av ?Suðuroyarætlanini?, skulu íløgur gerast í Suðuroynni fyri uml. 200 mill. kr. Hetta eru ætlanir, sum undanfarna samgonga raðfesti og setti gongd á. Skal hendan samgongan veruliga seta nakað í verk, sum bæði uppá longuri og stytri sikt er gagnligt fyri Suðuroynna, eigur nýtt Hvalbiarberghol at setast á dagskránna. Ein endurreisn av vinnulívinum í Suðuroynni kann ikki verða virksem-inum í Hvalba fyriuttan.
Verður eitt ?Hvalbiarberghol? boði út í totalenterprisu samstundis sum nevndu byggiarbeiðir, verður kostnaðurin fyri arbeiði munandi minni enn um verkætlanin stendur einsamøll. Hetta hevði uppá stutt sigt givið tiltrongd arbeiðspláss í byggivinnuni, og uppá longuri sikt verið ein sera gagnlig íløga, eisini havandi í huga tosið um kommunusamanlegging. Alt kann sjálvtsagt ikki gerast samstundis, tí íløgur skulu gerast kring alt landið, men nýtt Hvalbiarberghol má raðfestast og fyrireikast. Tí eigur tað at nevnast í ?Suðuroyarætlan-ini?.
Hugskotið um ein ?Suðuroyargrunn? sæst ikki aftur í ?Suðuroyarætlanini?. Ein ?Suðuroyargrunnur? hevði verið eitt hent amboð til at fingið gongd á aftur vinnulívið í Suðuroynni.
Eitt hugskot til at stovnað ein ?Suðuroyargrunn? hevði verið, at landið lat fiskavirkini sum Framtaksgrunnurin eigur í Vági og á Tvøroyri sum stovnsfæ í grunnin. Framtaksgrunnurin skal gjalda landskassanum lán aftur. Ein partur av hesum afturgjaldið kundi verið virkini í Vági og á Tvøroyri, sum landið so kundi nýtt til at stovnsett ?Suðuroyargrunnin? við.
Ein slík ætlan hevði verið ítøkilig og eggja fram-takshugaðum vinnulívsmonnum, fíggingarstovnum o.ø. til at verið partur av ?Suðuroyargrunninum?, og harvið vinnilívinum í Suðuroynni. Á tann hátt kundi ætlanin um at gera Suðuroynna til ein ?feskfiskamiðdepil?, m.a. við feskum upsavørum, verið sett í verk, til gagns fyri alt landið.
Vit hava, sum eg áður havi nevnt, sjálvi møguleikan at venda gongdini. Tað er upp til okkum, kommunurnar og vinnulívið, at útfylla okkara part av ?Suðuroyarætlanini?. Vit mugu veruliga taka okkum saman, so vit, saman við landsstýrinum, fáa vent gongdini í Suðuroynni.