Suðuroyarkabarettin - verd at vitja

Í hesum døgum hava áhugaleikarar í Suðuroynni tikið stig til eina kabarett. Framført verður á Gistingarhúsinum í Øravík, so ein betri biti fæst eisini, umframt skemt, men enn hava suðuroyingar ikki rættiliga raggað sær út um bygdargarðin fyri at hugna sær við skemtileiki, hóast kabarettin hevur ymiskt skemtiligt at bjóða og er verd at vitja


Gistingarhúsið við Á í Øravík er góður karmur um Suðuroyarkabarettina, sum í hesum døgum verður framførd. Hóast ofta hoyrist, at ov lítið er at fara til í útjaðaranum, so tykist ikki, sum tikið verður av øllum teim møguleikum, sum stinga seg upp.
Fríggjakvøldið var kabarettin framførd. Møguleiki var at fáa sær ein betri bita undan skemtinum. Men bert eini 20-25 fólk sótu í salinum, tá tjaldið fór frá. Og tað kann ikki sigast at vera tekin um, at fólk keða seg ella hava ov lítið at fara til.
Fynd í
Men tað skal sigast leikarunum til rós, at hóast tað er tungt at spæla skemtileik fyri fámentari fjøld, so eydnaðist at fáa láturvøddarnar til arbeiðis.
Hugnaliga umhvørvið, gott ljóð og ljós og livandi hugnatónleikur skapa tryggan botn at byggja á hjá leikarunum. Og samstundis livir hetta upp til krøvini hjá áskoðarunum.
Leikararnir hittust til skeið hjá MáF og gjørdu av at halda fram við einum hugskoti um lokala kabarett. Og væl hevur gingist.
Har eru smáleikir ímillum, sum fynd er í. Serliga kom láturin fram, tá røtt var um løgregluna, sum sjáldan er at hitta, um pizza, taxakoyring, dálking, Jenis, Óla og Fiskimannafelag, Høgna, Annlis og mong onnur.
Leikararnir komu væl frá sínum leiklutum. Sjálvi hava tey skrivað og lagt tilrættis. Evnini eru tey flestu aktuel.
Áhugi, yrkisleikur, leikhús, útjaðari
Skal hinvegin hvassi pennurin finnast fram, so er eisini okkurt at festa á blað. Hóast vandin ofta er at gera av við spírandi list við ov hvøssum penni, so eru listafólk oftast fegin um vælmeintan kritikk. Og væl meintur er hann, tí áhugaleikur er áhugaleikur og er sera kærkomin í hesum døgum, tá yrkisleikarar hava nógv um oyruni í leikhúsinum, sum liggur so langt frá útjaðaranum, og sum annars fekk kærkomnar vitjanir í teim døgum, tá vanligt var at ferðast við leikum.
Sigast kann, at ferðin á leikinum var á leið sum heild, men har vóru løtur, tá ferðin var ov lág til slíkan skemtileik, kabarett. Flog krevur ferð og í løtum misti kabarettin flogið. Skal stutt gerast av við hvassa penninum, so kann sigast, at tað at vevja longi í einum og sama stað ella evni ber ikki leikinum uppi. Kanska kundi ein vika verið nýtt afturat til síðstu betringarnar. At stramma upp í leikritinum, eru kanska eini góð ráð, so tað er meira "ping pong", meira ferð á samskiftinum millum leikarar og pointini koma meira sum maskinbyrsuskot og ikki sum frá gamlari fuglabyrsu. Skiftini eiga eisini at fara skjótari fram og tað kunnu tey óivað, tí pallurin er ikki so trupul at fyrireika og arbeiða við. At enda kann hvesti pennurin minna á hárfína markið millum skemt, og so har skemt, leikarar og áhoyrarar ikki longur grynna og missa hvør annan burtur í tí, sum betri var ósagt, men tó sera skilligt.
Tað er í grundini í hesum síðsta, at stórur partur av skemtileiklistini hevur grundvøll og framdrift.
Og so er tíð uppá at leggja hvesta pennin. Tað er so lætt at siga aftaná, at tað kundi verið betri og átti at verið so ella so.
Sannleikin er, at Suðuroyarkabarettin borgar fyri góðsku og skemti. Og bæði leikur, tónleikur, leiklongd og ikki minst umstøður eru, sum ein kann ynskja sær. Áhugaleikarar, takk fyri stigið at seta upp kabarettina!
Tungt er at framføra fyri fámentari fjøld. Um nøkur skomm er, so er hon ikki tykkara, men hana eigur fjøldin, sum ikki stuðlar við at vitja kabarettina, men heldur grenjar, tá einki er at hyggja at.
Takk fyri hugnaliga og skemtiliga løtu fríggjakvøldið. Framførið kabarettina fleiri ferðir og haldið fram sum leikbólkur, tí dugur er í.