Suðuroyarsiglingin: Vit mugu hugsa stórt

Einasti máti at fáa ferðasambandið til Suðuroyar í eina trygga legu, er at fáa eitt skip afturat Smyrli, sum eisini siglur til Skotlands, sigur stjórin á Strandferðsluni

Tankin um at aftur at fara at sigla til Skotlands, er ikki fremmandi fyri tey á Strandferðsluni. Tað staðfestur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni.

 

Kommunurnar í Suðuroy hava nú mælt til at Strandferðslan aftur fer at sigla ímillum Suðuroynna og Skotlands, akkurát sum Strandferðslan gjørdi fyrr í tíðini. Og Hilmar Eliasen sigur, at hetta er eisini ein tanki, sum als ikki er fremmandur fyri tey á Strandferðsluni.

Hann ásannar, at talan er um ein politiskan spurning og tað fer hann undir. Men hann sigur, at skal hann hugsa um støðuna á Strandferðsluni burturav, og um ferðasambandið til Suðuroyar, er tað avgjørt áhugavert.

 

 

– Hendur okkurt við Smyrli, so at hann má takast úr siglig, hava vit einki at seta ístaðin, og so er Suðuroyggin avbyrgd frá restini av Føroyum, sigur Hilmar Eliasen. Og skulu vit hugsa um at tryggja ferðasamnbandið til Suðuroyar, og um váðastýring, er tað ikki til at góðtaka, at vit onga loysn hava á hesum trupulleikanum, leggur hann afturat. Hann sigur, at einasta loysn, talan kann verða um sum er, er at fáa Smyril Line at leggja at í Suðuroy av og á, men tað verður aldrin annað enn ein neyðloysn.

 

Samstundis skal Smyril í dokk annaðhvørt ár, og longu á heysti næsta ár skal hann aftur í dokk. Stjórin á Strandferðsluni staðfestur samstundis, at tað er eitt ómetaligt stríð at finna eitt avloysaraskip fyri Smyril, tá ið hann fer í dokk – og tað verður verri og verri fyri hvørja ferð, tí skipini, sum eru hóskandi til endamálið, fækkast alsamt.

 

– Spurningurin er so, hvussu vit tryggja ferðasambandið til Suðuroyar, tá ið Smyril fer í dokk, ella hann fær tekniskt brek, staðfestur stjórin á Strandferðsluni. Og hann heldur, at skal ferðasambandið til Suðuroynna tryggjast, er tað neyðugt at hugsa størri enn vanligt

 

Hann sigur, at tískil er tað einasta rætta, at Smyril hevur eitt avloysaraskip fyri Smyril. Men fyri at fáa eitt slíkt skip at bera seg so væl sum gjørligt, verður tað  er í sigling alla tíðina og í hesum sambandi er tað mest náttúrligt, at sigling upp á Skotlands, verður ein partur av tí.

 

– Skal skipið fáast at bera seg sum frægast, er tað neyðugt, at tað er í sigling alla tíðina, men við teirri treyt, at tað verður sett í Suðuroyarsigling, tá ið Smyril ikki fær siglt. Tá ið talan er um vanligar dokkingar, kann tað leggjast til rættis fleiir ár framman undan, men er talan um tekniskt brek, skal skipið kunnað takast úr sigling við ongari ávaring og setast í suðuroyarsigling.

 

Hilmar Eliasen sigur, at tey hava ikki hugsað um nakað serligt skip, men hann ásannar kortini, at tey droyma ikki um eitt skip, sum er á sama stigi sum Smyril, tí tað heldur hann hevði verið at gjørt ov nógv av.