Suðuroyartunnil: Óttast at serfrøði og útgerð fer av landinum

Í grein á sudurras.fo óttast Bárður G. Nielsen fyri, at úrgerð og serfrøði fer av landinum, innan arbeiðið at gera Suðuroyartunnil er komið nakaran veg.

Bárður Gunnarstein Nielsen er býráðslimur í Vági, og arbeiðir í Sandstunnlinum sum landmátari.

- Fyrsta salvan av teimum higartil 7 av 10,8 kilometrum varð sprongd í Traðardali á Sandoynni 27. juni 2019.
Í dag hava okur 27. januar 2021, og eru umleið 2/3 av samlaðu longdini boraðir uppá 19 mðr.
Hóast nógvar vatnlekar gongur arbeiði við ferð, og væntandi verður Sandoyartunnilin liðugt boraður seint í heyst.
Men enn er ógreitt nær farið verður undir Suðuroyartunnilin.
Tí landsstýrismaðurin í fíggjarmálum sigur nú ætlanina hjá landsstýrinum verða broytta, soleiðis at peningur verður ikki settur av til verkætlanina í 2024, men heldur í 2025. Sostatt er tað útsett til júst eitt ár aftaná tað verður koyrandi millum Sandoynna og Streymoynna.
Við øðrum orðum: Tá eru bæði tann roynda og dugnaliga manningin, serkunnleikin (føroysk og útlendsk), og boriútgerðin í Sandoyartunlinum farin aftur til verka á øðrum og líknandi prosjektum uttanlanda, skrivar Bárður G. Nielsen.

Meðan játtanin til Suðuroyartunnilin verður útsett, so frætta okur frá landsstýrismanninum við fíggjarmálum, at Fámjinstunnilin skal bjóðast út í summar, skrivar Bárður G. Nielsen millum annað í greinini á Suðurrás, har hann eisini hevur krøkt videobrot í, har landsins fremstu politikarar á fundi í SALT vænta og lova, at koyrandi verður til Suðuroyar í 2030.