Suðuroyggin er partur av Føroyum

Hvussu leingi hetta er veruleiki vil tíðin vísa, Lítla Dímon er eisini partur av Føroyum, men har er bert livandi hjá seyði.

 

Finnleif Guttesen

borgarstjóri



Hvussu leingi hetta er veruleiki vil tíðin vísa, Lítla Dímon er eisini partur av Føroyum, men har er bert livandi hjá seyði.

Nú ætli eg mær ikki at tjakast við Dánjal Bjarkhamar, býráðslim í Vági í bløðunum og eg taki fult undir við tí hann sigur seinast í grein síni 31. januar í Dimmu um, at vit sum búleikast í Suðuroy skulu samstarva - oynni og tí fólki her býr at gagni.

Men eg taki ikki undir við, at verandi samgonga og aðrar við, hava givið okkum sum búleikast í Suðuroy nakrar sømdir sum eru at rópa hurra fyri. Tað sum er komi her suður hevur bert gjørt tað, at vit tilkomnu yvirliva meðan børn okkara rýma, tí her er einki at koma aftur til. At børnini koma aftur í ferium er ikki tað sama sum at búleikast her.


Fitt og góðtrúgvin

Vit sum búleikast her suðri skulu ikki bara lata standa til, vera so óluksáliga fitt og góðtaka alt, vit skulu krevja okkara rætt sum ein partur av Føroyum og fáa vit ikki henda rætt so eiga vit at taka avleiðingina av tí, ein møguleiki er loysing og tað er altjóða viðurkent.


Afrika og niðurpíning

At ein advokatur heldur at skilið skal blíva líka so ringt sum í Afrika við loysing, har tey blíva knúst við harðari hond og í blóði trúgvi eg ikki, men at Annfinn og samgongan kann banka okkum uppá pláss er nakað annað, tí hetta er longu við at henda, tað vísur gongdin í Suðuroy.


Hvat er eftirfarandi

Hvussu nógv hald er í tí ætlan, sum verandi samgonga hevur viðvíkjandi íløgum í Suðuroy vil eg seta eitt stórt spurnar-tekin við.

At Torbjørn Jackobsen hevur skori ígjøgnum og sagt at Almanna-og Heilsuskúlin skal liggja á Tvøroyri taki eg hattin av fyri, men har er ikki eitt klovi oyra fylgt við til at seta skúlan á stovn, Tvøroyrar kommuna hevur bori allar útreiðsl-urnar av skúlabygninginum.

At hesin skúli kemur í gongd er eingin ivi um, tað skal so ikki skorta uppá viljan frá Tvøroyrar kommunu, um viljin frá landsins myndugleikum viðvíkjandi íløgum og fígging er líka so góður vil nærmasta tíð vísa.


Samanhald

Eg vóni at suðringar fara at gera meira vart við seg yvir fyri teimum sum ráða í Føroyum, líkamikið hvat politiskan lit teir hava.

At vit sum búleikast her suðri standa saman, og krevja okkara sjálvsagda rætt til møguleikarnar, sum finnast í hesum landi.

Vit kunnu ikki blíva við, at vera fitt og lata okkum alt lynda.