Suðuroyggin haltar framvegis eftir

Tað er vøkstur í fólkatalinum í øllum høvuðsøkjum í Føroyum uttan teim sunnaru, sigur Hagstovan. Tað er so dánt, at Sandoyarøkið heldur tørn, meðan fólkatalið framvegis minkar í Suðuroy. Tó er minkingin ikki so stór við hesa seinastu uppgerðina, sum hon hevur verið frammanundan.

 

Í kommununum er nógv størsti vøksturin í tali í Tórshavnar kommunu við 365 fólkum og síðan í Runavíkar kommunu við 79 fólkum. Síðan í báðum kommununum í Vágum við tilsamans 70 fólkum, Klaksvíkar kommunu við 31 fólkum og í Nes og Sunda kommunum við ávikavist 20 og 19 fólkum.  

 

Í tali er størsta minkingin í Tvøroyrar kommunu við 28 fólkum og Fuglafjarðar kommunu við 16 fólkum. Lutfalsliga er størsta minkingin í Húsa kommunu við 13%.

 

Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, stendur fólkatalið sum heild í stað ella minkar nakað í útoyggjum - uttan í Svínoy, har fólkatalið veksur við einum triðingi. Eisini í Nólsoy er hampiligur fólkavøkstur. Í stóru oyggjunum er munandi fólkavøkstur, uttan í Sandoy, har fólkatalið stendur í stað, og í Suðuroy, har tað er alsamt minkandi.

 

Í Suðuroynni er tað í norðaru helvt, at fólk ikki tykjast støðast. Bæði í Fámjin (-6), Hvalba (-1) og á Tvøroyri (28) minkar fólkatalið, meðan í sunnaru helvt er tað einans í Hovi (-1), at fólkatalið minkar. Í Porkeri(+6) og í Vági(+7) veksur fólkatalið, meðan tað stendur í stað í Sumba.

 

Burðaravlop er í nærum øllum kommunum í landinum. Tað er einans í Fugloyar kommunu, í Skálavíkar kommunu, í Fámjins kommunu og í Sumbiar kommunu, at burðaravlopið er negativt.