Tað er nú greitt, at ætlanin at byggja ellis- og røktarheim og økisdepilin fyri sinnisveik í Vági, fer at verða uppaftur dýrari enn roknað hevur verið við.
Beint áðrenn Løgtingið eftir ætlan endaliga skuldi samtykkja ætlanina, kom brádliga undan kavi, at tey hava gloymt eina rokning upp á fleiri milliónir.
Hetta er ein rokning upp á mvg av arbeiðnum, sum tey hava gloymt at telja við.
Enn er ikki heilt greitt, hvussu stór hendan eykarokningin verður.
Men sum reglarnar eru nú, er talan um eina eyka rokning upp á tríggjar milliónir krónur í mvg av tí, sum sjálvt ellis og røktarheimið kostar og sum kommunurnar í syðru helvt í Suðuroy skulu betala sín part av.
Hinvegin betalir landið alt, sum tað kostar at byggja økisdepilin fyri sinnisveik, sum skal byggjast afturat ellis- og røktarheiminum.
Vágs Kommuna hevur gjørt landsstýrinum greitt, at sum fíggjarliga støðan er í løtuni, hevur hon ongan sum helst møguleika at betala rokningina.
12 milliónir í ringasta føri
Í sambandi við ætlanina at byggja ellis- og røktarheimið, er ætlanin, at kommunurnar í syðru helvt í Suðuroy skulu fáa eitt lagaligt lán úr landskassanum og landstýrið vil nú hava Løgtingið at samtykkja, at tær tríggjar milliónirnar fyri tað gloymdu mvg rokningina, nú verða lagdar afturat tí láninum.
Upprunaliga skuldi lánið verða góðar 26 milliónir krónur. Men byggingin dýrkaði og seinni er lánið hækka upp í góðar 32 milliónir.
Men við hesi nýggju rokningini upp, kemur lánið í fyrstu syftu upp á góðar 35 milliónir.
Men talan kann blíva um eina eyka rokning upp á nógv fleiri milliónir enn so.
Í sambandi við almenna bygging í kommunum, fáa kommunurnar ein part av mvg rokningini endurgoldnan úr landskassanum og tí er rokningin til kommunurnar í syðru helvt í Suðuroy tríggjar milliónir.
Men nú arbeiðir samgongan við at skerja mvg afturberingina til kommunurnar.
Anfinn Kallsberg, sum er formaður í fíggjarnevndini, staðfesti í Løgtinginum, at verður tað samtykt, verður eyka rokningin til kommunurnar í syðru helvt í Suðuroy, ikki tríggjar milliónir, men 12 milliónir.
Bjóðast út av nýggjum
Viðgerðin í Løgtinginum vísti eisini púra greitt, at tað eru heilt nógvir tinglimir, sum eru so ónøgdir við ætlanina at byggja ellis- og røktarheim og økisdepil fyri sinnisveik í Vági, at teir nú krevja, at alt arbeiðið verður boðið út av nýggjum.
Tinglimir føra fram, at síðani arbeiðið varð boðið út, er støðan í samfelagnum broytt ógvuliga nógv og verður arbeiðið boðið út av nýggjum, er tað alt, sum talar fyri, at tað verður nógv bíligari.
Tað vóru onkrir tinglimir sum mettu, at verður arbeiðið boðið út av nýggjum, kunnu landið og kommnurnar í syðru helvt í Suðuroy spara einar 10, kanska 20 milliónir.
- Tað er ein so stórur fyrimunur, at tað eiga vit at gera, hóast tað fer at seinka ætlanini fleiri mánaðir, vóru tað fleiri tinglimir, sum førdu fram.
Summir tinglimir halda enntá, at tað er ábyrgdarleyst ikki at bjóða arbeiðið út av nýggjum, sum støðan er nú, fyri at vita um tað ikki kann gerast bíligari.
Tað eru allir tinglimirnir úr andstøðuna, altso úr Tjóðveldinum, Miðflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum, sum hava talað heitast fyri at bjóða arbeiðið út aftur av nýggjum.
Men nakrir tinglimir úr samgonguni róðu fram undir, at tað hevði kanska verið ein fyrimunur at bjóða út av nýggjum.
Ein av teimum var Marjus Dam úr Sambandsflokkinum. Hann staðfesti, at tekin eru um, at prísirnir fella, nú tíðirnar versna og tí hevði tað verið áhugavert at vita um arbeiðið ikki kann gerast bíligari.
Einasti javnaðarfólk, sum tók orðið, var Eyðgun Samuelsen, men hon helt, at her er onki at kanna nærri.
Aðrar kommunur somu sømdir
Tað eru eisini fleiri tinglimir, bæði úr andstøðu og samgongu, sum vilja hava greitt at vita um aðrar kommunur, sum eru illa fyri, eisini kunnu vænta sær somu sømdir, sum kommunurnar í syðru helvt í Suðuroy og fáa lagalig lán úr landskassanum.
Men áður hevur Jóannes Eidesgaard, landsstýrismann í fíggjarmálum, staðfest, at hann ivaðist ikki í, at fleiri kommunur koma í somu støðu, sum Vágs Kommuna og tað er heilt greitt, at hesin leisturin við lagaligum láni, má eisini galda fyri tær.
Málið er nú farið aftur til viðgerðar í Løgtinginum og har skal støða nú takast til, um tað skal bjóðast út av nýggjum.