Suðuroyingar fáa Norrønu í 3-4 vikur

SUÐUROYARSIGLING Tað er nú greitt, at tað verður Norrøna, sum skal avloysa Smyril á suðuroyarsiglingini, tá ið hann er í dokk í vár

Nú er tað greitt, at tað verður flaggskipið í føroyskari ferðafólkasigling, Norrøna, sum skal avloysa Smyril, tá ið hann fer í dokk í vár.
Síðstu smálutirnir eru lagdir upp á pláss, sigur Conrad Gaard Joensen, rakstrarleiðari hjá Strandferðsluni.
Hann sigur, at eftir Norrøna byrjar í Suðuroyarsiglingini einaferð ímillum 15. og 20. februar.
Tað veldst alt um, akkurát hvønn dag, dokkin verður tøk og samstundis fer Smyril í dokk, har hann verður í 3-4 vikur.
Endamálið við dokkingini, sum helst verður í Danmark, verður at gera tey eftirlit, sum skipasýnið krevur.
Eitt, sum skal gerast, er at kanna stabilisatorarnar.
Annar stabilisatorurin er óvirkin, tí manningin hevur varnast onkrar rivur í einum húsa í sambandi við stabilisatorin.
Conrad Gaard Joensen veit ikki, hvussu verður við at umvæla hann.
Stabilisatorurin skal kannast í næstu viku, men rakstrarleiðarin væntar ikki, at
nakað verður gjørt við hann, fyrrenn Smyril fer í dokk, tí brekið er uttanborða.

Sigla á Vág
Conrad Gaard Joensen sigur, at tá ið Norrøna fer at sigla, verður tað at kalla eftir galdandi ferðaætlan, men helst verður neyðugt við tillagingum.
Annars verður tað ikki nýggju ferjuhavnina á Krambatanga, Norrøna fer at sigla til, tí hon er ov veik til at Norrøna kann sigla upp á hana.
Serliga er tað botnurin á ferjuleguni, sum ikki er nóg tryggur, til at hann tolir skrúvuvatnið frá Norrønu.
Av tí sama vil Landsverk ikki góðtaka, at Norrøna brúkar havnina á Krambatanga, fyrrenn neyðugar ábøtur eru gjørdar.
Sostatt verður øll siglingin á Vág og av Vági tað tíðina, Norrøna røkir siglingina fyri Smyril.
Men har skulu pullartar gera til Norrønu og teir verða gjørdir í næstum og Landsstýrið hevur játtað 600.000 krónur til tað endamálið.

Varandi loysn
Conrad Gaard Joensen staðfestir, at tað hevur verið ein afturvendandi trupulleiki tá ið Smyril skal í dokk, at tað hevur verið strilti at finna nøktandi avloysaraskip.
Summi av hesum avloysaraskipum vekja ikki góð minni hjá suðuroyingum. Nakrar ferðir hevur tað verið útlivaða dangan, St Ola, einaferð var tað ferjan “Claymore”, sum suðuroyingar skjótt góvu navnið “Nomore”.
- Tað er ringt at finna eitt hóskandi skip til suðuroyarsiglingina, tá ið hugsað verður ferðafólkatal, siglingarferð, motororku til komu og fráferð og møgulekarnar at flyta bilar og farm.
- Eisini stutta tíðarbilið Smyril er í dokk ger, at útlendsk reiðarí ikki hava áhuga í einum so stuttum leigumáli, sigur rakstrarleiðarin á Strandferðsluni.
Men hesuferð hava so umboð fyri Smyril Line bjóðað Norrønu fram sum avloysaraskip.
- Verður Norrøna fasta avloysaraskipið hjá Smyrli í framtíðini, hevði tað fingið suðuroyarsiglingina í eina trygga legu, sigur Conrad Gaard Joensen.
LES EISINI GREININA: BORGARSTJÓRIN Á TVØROYRI SKILIR ONKI