- Vit brúka ta tíðina, sum tað er neyðugt at brúka. Hetta sigur Anfinn Kallsberg. løgmaður, har hann á síðu 3 í blaðnum í dag verður spurdur, hvussu tað gongur at finna tann rætta ella ta røttu, sum skal verða fiskimálaráðharri eftir Jørgen Niclasen.
Tá nýggjur landsstýrismaður skal setast verður ofta sagt, at øll landsfeløgini hjá tí flokkinum, sum eigur sessin, liggja framvið, og ofta hevur felagið hjá Fólkaflokkinum í Suðuroynni gjørt vart við sína ónøgd, tá teirra flokkur hevur valt landsstýrisumboð úr øðrum valdømum.
Jacob Vestergaard, ið er ein av kandidatunum, sum Sosialurin skilir verða bjóðaðir fram, viðgongur, at fólkafloksfólk í Suðuroy aftur hesaferð hava róð framundir, at tey skulu umboða flokkin í Landsstýrinum, men sum hann sigur, so er eingin føst mannagongd, tá flokkurin velur ráðharra, og tí er ikki gott at vita, hvør verður kosin.
Jacob Vestergaard sigur, at tey hava vónað hvørja ferð, nýggjur landsstyrismaður skuldi veljast, og at hetta hevði verið positivt fyri flokkin og teir veljarar í oynni, sum so trúliga hava valt Fólkaflokkin ferð eftir ferð. Men hann leggur aftur at, at hetta er eitt talv við nógvum leikum, sum eingin enn kennir úrslitið av. Kortini hopa fólkafloksfólk í Suðuroy aftur hesaferð til tað seinasta, sigur Jacob Vestergaard.
Væntaði nýggjan ráðharra í gjár
Knútur Nygaard sigst at vera maðurin í Suðuroynni, sum hevur gjørt tað lobbyarbeiðið, ið suðuroyingar vóna skal til, fyri at teir skulu fáa tann nýggja landsstýrismannin hjá Fólkaflokkinum.
Hann sigur eins og Jacob Vestergaard, at tey hava vónað hvørja ferð, nýtt landsstýri varð mannað, at eitt umboð úr teirra lokalfelag bleiv valt í Tinganes.
Men hesaferð eru vónirnar betri, sigur ein bjartskygdur Knútur Nygaard, ið heldur, at hetta hevði verið ein gularót hjá Fólkaflokkinum í Suðuroynni, sum á undanfarna løgtingsvali einans fekk 424 atkvøður tilsamans. Hann sigur, at tey hava givið flokkinum teirra boð upp á, hvørji eru skikkað at verða komandi fiskimálaráðharri, men viðgongur samstundis, at tað hava hini lokalfeløgini í Føroyum eisini gjørt.
Knútur Nygaard dylur ikki fyri, at hann heldur tað vera snilt av Fólkaflokkinum at velja sær fólk úr Suðuroynni.
- Suðuroyggin er fjórðstørsta valdømi í landinum ? størri enn Vágar, Sandoy og Norðstreymoy ? og tí mátti tað verið gott "terræn" at dyrka, og tað skal heldur ikki so nógv til at fáa ein umdømisvaldan her suðuri. Vit vóru bert seks atkvøður frá einum løgtingssessi næstseinasta val og hóast skrædl var væntað, so kom tað tó ikki seinast, sigur Knútur Nygaard, sum tá Sosialurin prátaði við hann væntaði, at ein nýggjur landsstýrismaður fór at verða settur í gjár.
- Annars kann løgmaður bíða ein mánaða afturat, sigur Knútur Nygaard og sipar til, um ein nýggjur ráðharri alment verður settur tann fyrsta dagin í ein mánaða.
Í vikuni hevði Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag fund um framtíðina hjá oynna, og sum Sosialuirn skilir, væntaðu fá av umboðunum hjá hinum flokkunum, at Fólkaflokkurin fór at leita sær til Suðuroyar eftir landsstýrismanni hesaferð. Grundgevingin var snøgt sagt tann, at tað tykist ov torført hjá flokkinum at vinna nakran løgtingsess í oynni, og at tað tí ikki vildi verið takstiskt skilagott.
Enn vil Anfinn Kallsberg sum sagt einki siga, hvønn Fólkaflokkurin heldur skal yvirtaka sessin hjá Jørgen Niclasen. Løgmaður brúkar brúka ta tíðina, sum tað er neyðugt at brúka, sigur hann.