Nýtt virki
Um eina góða viku kunnu suðuroyingar vænta sær arbeiðsboð á einum nýggjum virki.
Tað er ætlanin hjá Jákupi Joensen í Lopra, sum nú er komin so mikið áleiðis, at tann dagurin nærkast í stórum, at virkið er klárt at taka ímóti fiski.
Jákup Joensen sigur, at hann hevur sett sær sum al at taka ímóti fiski 1. apríl.
-Tað er okkurt lítið eftir at gera á virkinum, áðrenn tað er klárt, men væntandi verður virkið liðugt 1. apríl, sigur hann.
Ta fyrstu tíðina verður Jákup Joensen sjálvur stjóri á virkinum, men sum frá líður, ætlar hann at finna onkran annan at reka tað.
Á virkinum verður brúk fyri 25-30 fólkum og tað stendur ikki á at fáa fólk, tí fólk hava staðið rættiliga leingi á bíðilista.
Framleiðsluførleikin á virkinum verður eini 20 tons av lidnari vøru um vikuna. Sostatt fer virkið at taka ímóti einum 40 tonsum av fiski um vikuna, ella gott tað.
- Men tað veldst alt um, hvussu tað fer at liggja fyri at fáa fatur á fiski, leggur hann afturat.
Fiskin ætlar hann at keypa á uppboðssøluni.
- Ætlanin er at hetta skal vera eitt flakavirkið, men sum flutningssambandið er, liggur ikki so væl fyri við við tí feska í Suðuroy og tí fer virkið væntandi at leggja fult so stóran dent á fryst fløk.
Annars hevur Jákup Joensen rættiliga góðar vónir um, at hetta flakavirkið fer at bera seg.
Virkið áttu tey frammanundan og Jákup Joensen hevur sjálvur arbeitt við at gera tað klárt at taka ímóti fiskið, so útreiðslurnar hava verið rættiliga avmarkaðar.
Arbeiðsfólkið á nýggja flakavirkinum í Lopra verður úr nærumhvørvinum har suðuri.
Og Jákup Joensen heldur, at føroyingar skulu eina fyrsta rætt til tað arbeiði, sum er í Føroyum.
Men í tann mun, tað ikki ber til at fáa arbeiðsfólk á staðnum, eigur eitt virkið at kunna fáa útlendska arbeiðsmegi.
Tað hevur verið eitt sindur frammi um, at flakavinnan hevur trot á arbeiðsfólki.
Hann kennir ikki nóg nógv til málið og veit tí ikki, hvussu tað ber til at tað manglar arbeiðsfólk.
Men hann heldur, at ein spurningur, sum ger seg galdandi í hesum føri, er, hvussu støðugt arbeiði, flakavirkið kann útvega.
Førleikakrøv til flakafólk
Jákup Joensen hevur fyrr borið upp á mál, at tað er neyðugt at seta førleikakrøv til tey, sum skulu arbeiða á virkinum.
Og tað heldur hann framvegis.
- Kappingin í flakavinnuni er so stór, at tað er neyðugt at seta førleikakrøv til tey, sum skulu arbeiða á einum flakavirkið.
- Tað merkir, at eitt minstamark má vera fyri, hvussu nógv virkið skal virka fyri hvørt starvsfólk.
- Tìmalønin er rættiliga høg og tí er neyðugt at virkið er effektivt, tí annars verður framleiðslan ov dýr.
Tì sigur Jákup Joensen, at hann hevur sett sær sum mark, at hvør reinskerari eigur at kunna virka eini 60-65 kilo um tíman.
- Men tað veldst alt um, hvat slag av framleiðslu, talan er um, og, hvussu støddin er, leggur hann afturat.
-Er talan um stóran fisk, gongur meiri ígjøgnum, men skera vit beinfrítt flak, minkar tað bæði um úrtøkuna og um nøgdina ið kann fara ígjøgnum.
Men hann leggur dent á, at hetta setir ikki bara krøv til arbeiðsfólkið. Tað setir eisini krøv til virkisleiðsluna, at allar maskinur eru so væl stillaðar sum gjørligt, at knívarnir so hvassir, sum gjørligt og at alt annars riggar, sum tað skal.