Suðuroyingar lært at sløkkja eld í tunlum

Í farnu viku vóru sløkkiliðsfólk í Suðuroy á skeið í at sløkkja eld í tunlum. Hetta var ein partur av trygdini í sambandi við Hovstunnilin

Suðuroyingar lært at sløkkja eld í tunlum

At sløkkja eld í tunlum, er ein heilt serlig avbjóðing.
Tí krevjast serlig skeið fyri teimum, sum hava slíkt til arbeiðis, skuldi illa vilja til.
Í tríggjar dagar í farnu viku var Trygdardepilin hjá Vinnuháskúlanum í Suðuroy og helt skeið fyri sløkkiliðsmonnum í Vági, Hovi og á Tvøroyri um at sløkkja eld og at bjarga fólki úr tunlum, tá ið eldur kemur í.
Signheðin Davidsen, sum var skeiðleiðari, sigur, at skeiðið varð í sambandi við trygdarviðurskiftini í Hovstunlinum.
Á skeiðnum fingu luttakararnir, sum vóru 12 í tali, bókliga vitan um slíkt arbeiði. Men teir fingu eisini høvi til at royna lærdómin í verki. Í hesum sambandi høvdu teir praktiskar venjingar í roykkaving og í at sløkkja eld og at bjarga fólki út úr tunlum.
Roykkavara venjingin var í einum gomlum pakkúsi á havnarlagnum í Vági og hin venjingin var í Sumbiarbergholinum.

Bæði í pakkhúsinum og í tunlinum, skuldu sløkkiliðsmenninir finna neyðstødd og bjarga teimum út og tað er ikki sum at siga tað, tá ið tú ikki sært eina hond fyri tær.
Signheðin Davidsen heldur, at skeiðið gekk væl.
- Yvirhøvur má metast, at ein tunnil er tryggur at koyra ígjøgnum, tí har hava vegur og vindur ongan týdning.
Men hinvegin setir er tað ein heilt serlig avbjóðing, tá ið eldur kemur í, tí talan er um eitt rør, sum roykur og hiti sleppa illa burtur. Og tað mugu sløkkiliðsfólk hava serligan kunnleika til, sigur Signheðin Davidsen.
 
 
  Brandvenjing-a
 
Teir gera klárt til roykkavaravenjing og teir eru væl útgjørdir
 
 
 
 
Hóast oingin roykur er í rúminum, síggja sløkkiliðsmenninir ikki eina hond fyri sær og mugu trilva seg fram. Orsøkin er, at glasið í maskuni er kámað, so at tað sær út sum um at alt er fulti royki. Sosatt er venjing so nær veruleikanum sum til ber