Suðuroyingar skulu ikki í land í Sandoynni

Landsstýrismaðurin í Samferðslumálum tekur ikki undir við at umskipa ferðasambandið ímillum Suðuroynna, og meginøkið

Tá ið Undirsjóvartunnilin í Sandoynna er liðugur, skal ferðasambandið ímillum Suðuroynna og Havnina, ikki leggjast ígjøgnum Sandoynna.

 

Tað heldur Hendrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum.

 

- Hvussu ferðasambandið  verður, gera tey av, sum tá ráða fyri borgum, men sjálvur vildi eg ikki mælt til tað, sigur Hendrik Old.

 

Tos hevur annars tikið seg upp við jøvnum millumbilum um, at varð ferðasambandið ímillum Suðuroynna og Havnina løgd ígjøgnum Sandoynna tá ið undirsjóvartunnilin verður liðugur, hevði tað verið ein stórt framstig.

 

Ført hevur verið fram, at tað hevði kunnað givið suðuroyingum nógv fleiri túrar um dagin, enn teir hava nú.

 

Men Hendrik Old er ósamdur, tí hann heldur, at ferðasambandið skal framvegis verða beinleiðis ímillum Suðuroynna og Havnina.

 

Skal ferðasambandið leggjast soleiðis, at koyrt verður ígjøgnum undirsjóvartunnilin ímillum Streymoy og Sandoy og síðani siglt ímillum ímillum Sandoy og Havnina, verður tað eitt afturstig, heldur Landsstýrismaðurin.

 

Hann sigur, at Smyril er ov stórur til at brúka havnina á Sandi. Og tá ið hugsað verður um, hvussu ringur Suðuroyarfjørður er, heldur hann ikki, at tað ber til at brúka eitt sleppa sær av við Smyril og útvega eitt minni skip ístaðin.

 

Hin møguleikin er at fara undir eina risa havnarútbygging á Sandi, men dugir hann ikki at síggja nakað skil í.

 

Hann heldur eisini, at skal full nytta fáast av eini slíkari farleið, skal ferðasambandið verða ímillum Hvalba og Sand, og tað fer so eisini at krevja eina stóra havnarútbygging í Hvalba til endamálið.

Men heldur ikki tað, sær hann nakað skil í.

 

Tað hevði verið eitt afturstig at sett eitt minni skip í siglingina, tí fjørðurin er ringur, og hann verður ikki betri, longur vesturi, siglt verður, so tað er ongin loysn at dúva upp á Sand, heldur hann.

 

- Tá fara tað at vera nógvar avlýsingar, leggur hann afturat.

 

Hann vísir á, at ringasta strekkið ímillum Suðuroy og Havnina, er nettupp Suðuroyarfjørður, tí undir Sandoynni ber til at sigla eystanfyri, ella vestanfyri eftir veðrinum.

 

Hann heldur eisini, at eitt ferðasamband ímillum Suðuroy og Sand er so mikið styttri, hvat tíð vikur, enn tað er at sigla beinleiðis, at tað er ikki vert at umhugsa.