Suðuroyingar sleppa ikki at keypa skip

Suðuroyingar, sum ætla at keypa eitt stórt fiskiskip, hava fingið noktandi svar úr landsstýrinum. Men teir gevast ikki so

Fyritakssemi

Tað eru ikki útlit til at Finnbjørn Poulsen, skipari í Lopra, og aðrir suðuroyingar, fáa dreym sín uppfyltan.
Herfyri søktu teir Fiskimálaráðið um innflutningsloyvi til eitt stórt fiskiskip.
Men tað fáa teir ikki!
Fiskimálaráðið hevur nú viðgjørt umsóknina og avgjørt at geva teimum noktandi svar.
Skipið, sum Finnbjørn Poulsen og teir ætlaðu at keypa, var eitt skip til uppisjóvarfisk og sum skal fiska svartkjaft, lodnu, sild og makrel.
Hann sigur eisini, at teir høvdu lutfalsliga nýggj skip í kikaranum, sum tað bar til at keypa fyri einar 40-50 milliónir.
Talan er um skip, ið taka 1500-2000 tons.
Hetta skipið skuldi vera eitt lið í eini størri menningarætlan í Suðuroynni. Ætlanin var eisini at byggja eitt virki í Suðuroy at virka uppisjóvarfisk og endamálið við skipinum var, at tað skuldi tryggja virkinum rávøruna.
Samtundis høvdu teir gjørt avtalur við onnur skip um avreiða til virkið fyri at tryggja nóg nógva rávøru.
Og Finnbjørn Poulsen leggur dent á, at talan er um eina føroyska ætlan og at teir ikki eru skutilsveinar fyri útlendsk, peningalig áhugamál.
Hann leggur afturat, teir hava sostatt ikki biðið um eitt oyra í studningi.
Í fyrstu syftu hevði hetta útvega arbeiðið til eini 50-70 fólk, men gekst sum ætlað, fór hetta at skapa nógv fleiri arbeiðspláss seinni.
Skiparin úr Lopra sigur, at hetta er ein ætlan, sum teir hava hugsað væl og virðiliga um.
? Vit hava havt serkøn á økinum til at gera marknaðarkanningar fyri okkum og útlitini eru sera góð. Samstundis hava teir longu útvega neyðuga peningin til at seta ætlanina í verk
Hann vísir eisini á, at Suðuroyggin eigur ongan lut í uppisjóvarvinnuni og tí er ætlanin sera viðkomandi, serliga tá ið hugsað verður um tað stóru kreppu, sum økið er í.

Vónbrot
Men í Fiskimálaráðnum eru tey ikki líka hugtikin av hesi verkætlanini, sum suðuroyingar eru, tí ráðið vil ikki geva teimum innflutningsloyvi til skipið.
Men ráðið leggur dent á, at við hesum hevur tað bara tikið støðu til sjálvt skipið. Støða er sostatt ikki tikin til ætlaða virkið á landi.
Fiskimálaráðið sigur, at tað er nóg mikið av skipum til at gagnnýta tey rættindi, vit hava av uppisjóvarfiski og at tað tí ikki er grundarlag fyri fleiri skpum.
Hesum er Finnbjørn Poulsen púra ósamdur í.
Hann heldur ikki, at tað er nóg mikið av skipum í Føroyum til uppisjóvarfisk við teimum fiskirættindum, vit hava.
? Føroyingar hava ligið sjóvarfallið av sær í uppisjóvarvinnuni og hava verið alt ov trekir at útvega sær skip til endamálið. Sostatt koma vit eisini at vera eftirbátur, tá ið svartkjafturin einaferð verður býttur sundur ímillum tey ymsu londini.
Hann vísur eisini á, at í fjør var føroyska kvotan av atlantosildini uppfiskað fyri fyrstu ferð í nógv ár.
? Men tað allarmesta av henni varð avskipað til móðurskip. Eg haldi ikki at tað er rætt at lata fyrsta floks rávøru fara til djóraføði, bara fyri at fáa kvotuna uppfiskað, heldur enn at virka hana til matna, har hon gevur munandi meiri úrtøku.
Samstundis vísa teir eisini á, at lodnan undir Íslandi, Grønlandi og í Barentshavinum eru eisini áhugaverd fiskasløg hjá einum skipi, sum suðuroyingarnir hugsa um, eins og hestamakrelur og nebbasild í kanalini og í Norðsjónum og vestanfyri fýra stig, eisini eru tað.
Finnbjørn Poulsen dylir ikki fyri, at hann er ógvuliga vónbrotin av støðuni hjá Fiskimálaráðnum.
Men hann sigur, at teir fara ikki at gevast so.
Í næstum fara teir sostatt at biðja um fund við Løgmann um málið og har ætlanin er at greiða nærri frá tiltakinum.

MYND AV FINNBJØRN POULSEN:

? Hetta var eitt stórt vónbrot, sigur Finnbjørn Poulsen í Lopra. Men teir ætla ikki at gevast so

Suðuroyingar, sum ætla at keypa eitt stórt fiskiskip, hava fingið noktandi svar úr landsstýrinum. Men teir gevast ikki so

Fyritakssemi

Áki Bertholdsen

[email protected]