Samstarv
Suðuroy: Suðuroyingar skulu standa sterkari, tá ið mál av felags áhuga eru til viðgerðar.
Tað heldur borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen.
Tí hevur hann nú tikið stig til at endurstovna felagskommununa í Suðuroy.
Hann hevur sent øllum kommunum í Suðuroynni bræv, har hann spyr, um áhugi er fyri at endurstovna felagskommununa í Suðuroy.
Endamálið við hesum er at kommunurnar í Suðuroy skulu skunna viðgera felags mál og kunnu standa sterkari, tá ið mál, sum viðvíkja Suðuroy eru til viðgerðar.
Hvalbiar Bygdaráð viðgjørdi málið í síðstu viku og samtykti einamælt at taka undir við ætlanini.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at roynt verður at styrkja kommunala felagsskapin í Suðuroy, uttan beinleiðis at leggja saman.
Eisini fyrst í nítiárunum var felags kommuna skipað í Suðuroynni, men ta ferðina sovnaði felags kommunan skjótt burtur aftur.
Nú roynt verður at endurstovna felagskommununa í Suðuroym verður víst til felags kommununa í Vágum, sum hevur verið væl skipað og sum hevur gjørt nógv vart við seg, tá ið mál, sum hava felags áhuga fyri Suðuroynna, hava verið til viðgerðar.