Suðuroynni tørvar innspræning

Inntøkurnar verða munandi minni, og íløgurnar mugu sparast burtur. - Útlitini eru ring framyvir, og Suðuroynni tørvar innspræning, sanering og kommunusamanlegging, sigur Kristin Michelsen, borgastjóri í Tvøroyrar Kommunu

Rúm er ikki fyri at lova nakað sum helst undan kommunuvalinum týsdagin 11. november. Seinastu árini meðan tað hevur gingið gott í Suðuroynni, hevur Tvøroyrar Kommuna lagt stóra orku í at gjalda niður skuld, og lítið rúm hevur verið fyri íløgum.

Skuldin er farin frá sjey álíkningum til umleið ein álíkning, men nú niðurgangur er í búskapinum, er Suðuroyggin og Tvøroyrar Kommuna tey fyrstu, ið verða rakt.

- Útlitini eru, sum hjá øllum øðrum kommunum í Suðuroynni, ring. Føroya Tele hevur sagt fimm fólkum úr Suðuroynni úr starvi, Føroya Banki letur deildina í Vági aftur, og har verða fólk uppsøgd. Flakavirkini hava ligið mest sum still í langa tíð, og fiskiskipini verða seld av landinum ella koyrd á tvingsilssølu. Tískil verða inntøkurnar munandi færri komandi ár, og tað kemur at merkjast, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar Kommunu.


Íløgurnar sparast burtur

Tá inntøkurnar verða munandi færri sigur tað seg sjálvt, at útreiðslurnar mugu skerjast.

- Vit hava enn ikki havt fíggjarætlanina fyri næsta ár til aðru viðgerð, men tað verða eingir pengar til íløgur næsta ár. Vit hava goldið skuldina niður seinastu árini, og nú er hon »bert« eina álíkning. Men tá inntøkurnar minka soleiðis, má skerjast onkrastaðni, og tað verður helst íløgurnar, ið skulu sparast burtur. Tað verður bara fyri raksturin næsta ár, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri.

Kristin Michelsen ásannar, at Suðuroynni tørvar innspræning og sanering, skal nakar møguleiki verða fyri framtíðini.

- Fyri nøkrum fáum árum síðani lovaðu samgonguflokkarnir bæði gull og grønar skógir fyri Suðuroynna, skipað í eini tíggju punkt. Men enn er einki gjørt fyri Suðuroynna, sjálvt um Suðuroyggin hevur havt løgmann eini sjeyti prosent av tíðini síðan Heimastýrislógin kom í gildi, sigur Kristin Michelsen.

- Vit mugu fáa eina avtalu í lag við landið, tí verður einki gjørt, verða bert gomul fólk eftir í oynni, og hon doyr út, vísir Kristin Michelsen á.


Samanlegging neyðug

Nógv hevur verðið prátað um kommunusamanlegging seinnu árini, og fleiri kommunur hava lagt saman. Suðuroyggin hevur tó verið í tvíningum, hvat samanlegging viðvíkur. Kristin Michelsen ásannar tó, at ein samanlegging er neyðug, skal Suðuroyggin hóra undan.

- Fyri fýra árum síðani høvdu vit eina fólkaatkvøðu í Tvøroyrar Kommunu, og tá atkvøddu okkurt um 80 prosent fyri eini samanlegging. Enn er so ikki komið glið á, men fleiri av kommununum vóru saman fyri kortum og blivu samd um, at komandi býráð mugu í gongd beinanvegin við at skipa eina tilgongd móti samanlegging. Har eru nógvar dupultfunktiónir, ið kunnu sparast burtur, tí sum er nú, eru jú sjey borgarstjórar og sjey skrivarar í Suðuroynni, greiðir Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar Kommunu, frá.