Valstríð
Tað hevur vundið meiri og meiri uppá seg at teir ymsu politiskur flokkarnir finna sær høli, har teir skipa fyri tiltøkum og royna at savna fólk sum eitt lið í valstríðnum.
Til hetta valið hava tjóðveldisfólk í Suðuroy fingið sær høli á Tvøroyri, sum tey nevna Suðurpólunum við ávísing til Norðpólin, sum er hølið hjá tjóðveldisflokkinum á Gamla Apoteki í Havn.
Suðurpólurin er beint yvirav grillvogninum á Tvøroyri og har verða ymisk tiltøk á skránni.
Í kvøld verður politiskt kjak, har allir flokkar verða umboðaðir. Men ætlanin er ikki, at tað vera valevnini, sum skulu føra orðið, men onnur umboð fyri flokkarnar. Tó eru valevni eisini vælkomin at leggja uppí kjakið, tá ið hini hava sagt sítt.
Leygarkvøldið vísir Leivur Nygaard gamlar myndir og greiðir frá og mánakvøldið eru valevnini hjá tjóðveldisflokkinum í Suðuroy at hitta.
Týskvøldið heldur Dennis Holm frá økisgranskingardeplinum fyrilestur um kommunusamanlegging og um økismenning og hóskvøldið fer Tórbjørn Jacobsen at hitta suðuroyingar.
Næstan leygarkvøld fara vísusangararnir Birgir og Jònsvein frá Gjógv at syngja.
Suðurpólurin letur upp klokkan sjey og tiltøkini byrja klokkan átta.
Sunnukvøldið, mikukvøldið og fríggjakvøldið 16. januar, er stongt, annars er opið hvørt kvøld.