SEV hevði fyrradagin tekniskar trupulleikar á Sundsverkinum. Tá fólk í Suðurstreymi sum vanligt høvdu sett seg at lýða á, tá Høgni Djurhuus og Magnus Dam skuldi leggja til brots við útvarpstíðindunum um miðdagsleitið, slitnaði sreymurin. Lív var ikki í útvarpstólinum fyrr enn komið var til andlátini.
Streymslitið varð endurtikið á kvøldi. Klokkan 22.14 gjørdist bølamyrkt undir lonum og í túnum, og hesaferð var streymurin burtur í góðan hálvan tíma.
Petur Gaardbo, rakstarleiðari á SEV, vissar um, at talan var um tvey tilvildarlig brek, ið onki samband hava hvørt við annað.
? Vit vita, at fyrru ferð streymurin fór, var talan um brek í stýri- og luftskipanini til annan av teimum stóru motorunum, men orsøkirnar til hitt seinna slitið eru enn ikki staðfestar, sigur hann.
Sambært SEV, er Sundsverkið farið at eldast, men kortini verður sagt, at tvey streymslit í sama samdøgri, ikki hava samband við aldur og slit á verkinum.