info
Ongi úrslit

Solterra - fyrsti elbilur frá Subaru 

Hetta er ein 100 prosent Subaru og 100 prosent elektriskur.

Vilmund Jacobsen
11. mai 2022 kl. 15:16

Subaru kemur við sínum fyrsta elbili í summar. Talan er um Subaru Solterra - 100 prosent Subaru og 100 prosent elektriskur.

Bilurin hevur tveir elmotorar á 80kW hvør og batterikapasitet á 71,4 kWh. Subaru Solterra koyrir yvir 400 km við einari løðing.   

Hann er bygdur upp sum elbilur við battarínum í botninum. Hetta gevur bilinum tryggar og stabilar koyrieginleikar.

Subaru eru kendir fyri sínar 4x4 eginleikar, og Solterra er einki undantak. Við fýrahjólstrekkinum og X-Mode sum standard kemur bilurin fram allastaðni. 

Eins og í øllum øðrum Subaru, hevur hesin allar innbygdar trygdarskipanir sum hjálpa bilføraranum undir koyring.

Myndin er ikki tøk

Langa aksulfrástøðan, høga fríhæddin og lága tyngdarpunktið eru við til at gera bilin rúmligan við tryggum koyrieginleikum. 

Solterra hevur flott design, sum vísir teir kendu Subaru kvalitetirnar við eitt nú sekskantaða frontgittaranum. 

Subaru gevur 8 ára garanti/ 160.000 km upp á heili 70 prosent av øllum kapasitetinum í sjálvum bilinum.

Hjá Berg Motors verður sagt, at ein demobilur kemur í summar, har kundar kunnu royna bilin.  

Myndin er ikki tøk

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Kjøtið dýrkað nærum átta prosent

16 minuttir síðan
Lesarabrøv

Vit kunnu ikki lata standa til, til hóttanin er í okkara túni

1 tími síðan
Tíðindi

Faðir og dóttir á býráðsfundi

1 tími síðan
Fótbóltur

Fjepparafelagið "Skansin" stuðlar Eydnudeildini

2 tímar síðan
Tíðindi

Hægri rentur og prísir minka um keypiorkuna hjá føroyingum

2 tímar síðan
Tíðindi

Søkt verður eftir nýggjum stjóra til Vørn

2 tímar síðan
Tíðindi

Dómarin er av Malta

3 tímar síðan
Tíðindi

Fyrrverandi lands­apo­tek­ari ákærd­ur – krevja fongs­uls­revsing

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýggir limir í stýrið fyri Dugna

3 tímar síðan
Fótbóltur

U21-landsliðið fær altjóða óroyndan dómara í Pärnu

4 tímar síðan
Tíðindi

Brúkaraprístalið er hækkað 2,5 prosent

4 tímar síðan
Tíðindi

Bátsvanlukka: Tað vóru fýra menn sum lótu lív

5 tímar síðan