Sudoko-kappingin fekk stóra undirtøku

Fleiri túsund Sudoku-loysnir eru komnar inn til Sosialin. Tann heppni vinnarin eitur Kurt Madsen, ein garvaður sudoku-loysari. Hann vann eina Samsung fartelefon.

Sudoku

 Eg plagi at loysa tey til morgunmatin, sigur Kurt Madsen. Hann starvast sum matematikklærari á Lærararaskúlanum og Fróðskaparsetrinum. Enn hevur hann ikki funnið nakra Sudoku-gátu sum hann ikki kann loysa, men onkutíð eru prentvillur í, og tá ber sjálvandi ikki til.
 Eg havi brúk fyri einari nýggjari fartelefon eftirsum mín er blivin so gomul, sigur tann glaði vinnarin.
Vinningurin er ein Samsung E730 og eitt Teletíðarhald frá Føroya Tele við einum virði av 3.295 krónum.

Loysa allar uppgávurnar
Sum heild hava tey, sum hava sent inn, skilt, at allar uppgávurnar skulu loysast, fyri at vera við í kappingini. Men nøkur hava sent lepan inn við einans einari loysn og verða hesi tíanverri tikin úr kappingini.
Ætlanin er at koyra alt árið við Sudoku í Sosialinum. Nýggjur vinningur verður hvønn mánað. Í januar var tað ein telefon frá Føroya Tele og í februar er tað ein telefon frá Kalli.
Aðrir vinningar verða seinni, so sum fartelda, reisur o.a.