Í minsta lagi 20 ungfólk eru deyð á barr í sunnara parti av Suðurafrika.
Ritzau skrivar, at hendingin fór fram í býnum East London, og løgregluovastin í økinum sigur við AFP, at 17 fólk doyðu á barrini Scenery Park, og trý fólk doyðu seinni á sjúkrahúsi. Tvey fólk eru framvegis í lívsvanda.
Tey deyðu eru øll í aldrinum 18 til 20 ár.
Løgreglan sigur, at kannað verður nú, hví ungfólkini eru deyð. Ongir sjónligir snuddir ella skaðar eru á fólkunum, og tí er illgruni um, at tey kunnu vera deyð av onkrari eitran.