Tað er bara ein trupulleiki - fer Putin til Suðurafrika, skal hann handtakast.
- Russiski forsetin ynskir at luttaka á toppfundinum í Suðurafrika í næsta mánaði, og vit royna desperat at fáa hann at halda seg heima, soleiðis at vit ikki fáa løgfrøðisligar og diplomatiskar trupulleikar.
Tað sigur varaforsetin í Suðurafrika, Paul Mashatile. Í samrøðu við suðurafrikanska miðilin, News24, vísir hann á, at Vladimir Putin hevur altjóða handtøkuboð hangandi yvir sær.
Washington Post skrivar eisini um málið og vísir á, at altjóða revsidómstólurin ICC í mars sendi út handtøkuboð av russiska forsetanum.
Hetta ger, at Suðurafrika hevur skyldu til at handtaka Vladimir Putin, um hann kemur til landið, tí Suðurafrika er millum londini, sum hevur undirskrivað sáttmálan um revsidómstólin.
Washington Post veit at siga, at Suðurafrika helst fer at bróta avtaluna og fer ikki at handtaka russiska forsetan, men andstøðuflokkar og aktivistar í landinum halda, at Vladimir Putin skal handtakast, um hann kemur til toppfundin.
Andstøða og aktivistar hótta enntá við at handtaka Vladimir Putin sjálvi, og suðurafrikanska stjórin heldur, at hetta kann skapa ótryggleika kring Brics-toppfundin.
Suðurafrika telist millum londini, sum ikki fordøma russisku innrásini í Ukraina. Letur landið Putin luttaka á toppfundinum, fer hetta ikki at skapa góð viðurskifti hjá Suðurafrika við vesturheimin.
##med2##
Amerikanska ávísin skrivar, at Kreml hevur einki sagt um, hvørt Vladimir Putin fer at luttaka ella ei, men sambært suðurafrikanska varaforsetanum ynski Russland, at Vladimir Putin luttekur saman við kinesiska forsetanum, Xi Jinping.
- Hetta er ein stórur trupulleiki hjá okkum. Sjálvandi kunnu vit ikki handtaka hann. Hetta er næstan, sum tá tú bjóðar einum vini heim til tín - og síðan handtekur hann.
Varaforsetin í Suðurafrika, Paul Mashatile, sigur, at hetta er ein stórur trupulleiki fyri Suðurafrka.
- Besta loysnin er, at hann ikki kemur, men russar eru ikki nøgdir við, at Vladimir Putin ikki sleppur til toppfundin, leggur varaforsetin aftrat.