Í morgun er ein kvinna deyð í hávaálopi í Suðurafrika.
Hendingin fór fram í Plettenberg Bay, sum strondin kallast.
Tað er National Sea Rescue Institute (NRSI), sum ber hesi tíðindi.
Sambært stovninum eru strendurnar í økinum fyribils stongdar.
Lagt verður aftrat, at løgreglan í Suðurafrika nú kannar málið.