Suðurkorea stjól plássið frá Uruguay

HM 2022: Uruguay var á veg í 1/8 finalurnar, men Suðurkorea skoraði í yvirtíðini

Tað var dramatikkur fyri allar pengarnar, tá bólkur H bleiv avgjørdur í dag. Bara eitt var vist – Portugal var víðari. Teir møttu Suðurkorea, sum í yvirtíðini stjól plássið frá Uruguay, ið vann 2-0 á Gana.

 

Portugal kom á odda tíðliga í dystinum móti Suðurkorea, meðan Uruguay longu í fyrra hálvleiki var á odda 2-0 móti Gana. Tá tóktist vist, at Uruguay kom víðari saman við Portugal, men fyrst javnaði Suðurkorea, og síðani avgjørdu teir dystin í yvirtíðini.

 

Spælararnir hjá Suðurkorea máttu bíða í 10 minuttir, tí um Uruguay skoraði til 3-0, so bleiv teirra málmunur betri og Uruguay fór víðari. Tað bleiv rokaligt, tí tvær ferðir vildu Luis Suarez og hansara landsmenn hava brotsspark.

 

Eftir dystin var Edinson Cavani so óður, at hann skumpaði VAR-skermin umkoll.

 

##med2##

 

Bólkur H:

 

Gana - Uruguay 0-2 (0-2)

 

Suðurkorea - Portugal 2-1 (1-1)

 

1. Portugal 6 stig

 

2. Suðurkorea 4

 

3. Uruguay 4

 

4. Gana 3