Hálvársroknskapurin hjá Suðuroyar Sparikassa fyri 2023 vísur eitt úrslit á 2,8 mió. kr. sammett við 1,2 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør. Høvuðsorsøkin til framgongdina er, at rentustøðið er hægri og umframt at virksemið er økt.
Útlánini hækkaðu úr 549 mió. kr. upp í 587 mió. kr., sum svarar til ein vøkstur upp á 38 mió. kr. ella 7,0%.
Innlánini vóru 677 mió. kr. sammett við 676 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør, sum svarar til eina hækking á 1 mió. kr. ella 0,15%.
Solvensur og gjaldføri
Solvensurin var 22,0% samanborið við 21,4% í 2022. Lyklatalið fyri gjaldførið var 354% í mun til lógarkravið á 100%.
Søren Lünell Bruhn, stjóri, er vælnøgdur við gongdina higartil í ár: «Vit eru nøgd við, at vit hava fingið fleiri góðar kundar, sum vit ynskja hartaliga vælkomnar í okkara familju. Úrslitið er nøktandi og í samsvar við væntanirnar, tá árið byrjaði»
Úrslitið fyri fyrra hálvár 2023:
Úrslit eftir skatt: 2,8 mió. krónur Útlán: 587 mió. krónur
Innlán: 677 mió. krónur Solvensur: 22%