Suðuroyar Sparikassi lækkar nú bústaðarrentuna fyri 1. veðrætt til 4,19 prosent. Hetta svarar til 2,68 prosent eftir rentustuðul.
Rentan fyri Billán lækkar somuleiðis frá 7,85% til 4,50 prosent.
Lækkingarnar koma í gildi 27. desember.
Nakrar innlánsrentur eru eisini fevndar av lækkingini og tær lækka upp til 0,40% stig.
- Tó hevur Suðuroyar Sparikassi hækka rentuna á pensjónskontum til 2,0%, sum er landsins hægsta á pensjónskontum.