Suðuroyartunnilin fær dupult so stóra játtan í ár
Allar fyrireikingarnar skulu verða lidnar um tvey ár
Nú verður størri ferð sett á arbeiðið at fyrireika Suðuroyartunnilin. Tað ætlar samgongan og tí verður játtanin, sum verður sett av til arbeiðið, nú hækkað. Játtanin var umleið fimm milliónir í fjør, men nú ætlar landsstýrið at í ár skal játtanin verða dupult so stór og tískil verða tíggju milliónir settar av til Suðuroyartunnilin í ár.
Men leyp nakað av í fjør, kann tað eisini brúkast í ár.
Jarðfeingi hevur givið Landsverki eitt tilmæli um, hvørjar jarðfrøðiligar kanningar eiga at verða gjørdar fyri at hava eitt haldgott grundarlag at taka støðu út frá, tá ið borurin skal setast á. Jarðfrøðiligar kanningar eru gjørdar ymsastaðni á landi í Suðuroy, og aðrastaðni. Harumframt eru mátingar gjørdar av havbotninum allan vegin ímillum Sandoy og Skúgvi, umframt sunnanfyri Skúgvi og norðanfyri Suðuroy.
Men nakað av kanningum er eftir og harumframt skulu trygdarviðurskiftini í tunlinum fáast í rættlag. Støða skal eisini takast til linjuføringina og hon skal bæði leggja upp fyri kostnaði, trygd og framtíðar vegakervinum sum heild, sum Landsstýrið tekur til.