Suðuroyartunnilin: Hetta er ikki tann rætta byrjanin

Enn verður málið um Suðuroyartunnilin ikki lagt fyri Løgtingið. Tað eru nógvir ósvaraðir spurningar, sigur samgongan

Tað verður í hvussu so er ikki enn, at nakað uppskot um at gera undirsjóvartunnil til Suðuroyar, verður lagt fyri Løgtingið. Tað ger samgongan nú greitt. Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi hevur biðið Løgtingið samtykkja, at fáa landsstýrið at leggja uppskotið um Suðuroyartunnil fyri Løgtingið, men nú málið hevur verið til umrøðu í rættarnevndini hjá Løgtinginum, gera umboðini fyri samgonguna greitt, at tað vilja tey ikki, tí tað er ov tíðliga.

 

– Størsta avbjóðingin við at gera ein Suðuroyartunnil er kostnaðurin. Enn ber tó illa til at siga, hvussu dýr íløgan verður, tí avgerð er ikki tikin um, hvør linjuføringin skal vera, hvørji trygdarkrøv hon skal lúka. Tað eru eisini nógvar jarðfrøðiligar kanningar eftir at gera, sigur samgongan.

 

Samgongan tekur undir við, at arbeiðið at fyrireika tunnilin, heldur fram, men tey siga, at enn eru sera nógvir ósvaraðir spurningar. Tí halda tey ikki, at at eitt lógaruppskot um at gera tunnilin, eigur at vera tað fyrsta, sum verður gjørt.

 

Tey í Javnaðarflokkinum og í Tjóðveldi taka undir við at eitt uppskot um tunnilin verður lagt fyri Løgtingið nú.

 

Landsverk metir, at tunnilin fer at kosta 5,4 milliardir og tað loypti hvøkk á fólk, tí í 2018 metti Landsverk, at hann fór at kosta ímillum 2,8 og 3,4 milliardir. Tey í Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi siga, at nýggja kostnaðarmetingin er bygd á tað, Eysturoyartunnilin og Sandoyartunlunum vórðu mettir at kosta í 2016, men so eru 50 prosent løgd oman á fyri at binda um heilan fingur.

 

Í nevndinini fyri Eystur- og Sandoyartunlar, eru tey ivasom um tey 50 prosentini, sum Landsverk legði omaná prísin. Eysturoyartunnilin og Sandoyartunlunum kosta 120 milliónir fyri hvønn kilometur.

 

Ein onnur kostnaðarmeting, sum byggir á eina privata ætlan í samstarvi við Skúvoyar kommunu, og sum hevur eina rundkoyring við frákoyring til Skúvoynna, er uppá 3,4 milliardir, og tá er nýggjur tunnil ímillum Sandvík og Hvalba, við.

 

Tað eru ymiskar meiningar um, nær tað er rætt at seta partafelagið Suðuroyartunnilin á stovn. Eitt tilmæli er at bíða og eitt annað tilmælið er at gera tað beinanvegin, so at felagið kann fara í gongd við arbeiðið.

 

­­– Skulu vit ikki koma í neyð, má Suðuroyartunlinum leggjast í eina trygga legu, og framdráttur má vera í arbeiðinum, tí tekn eru í sól og mána um, at Smyril heldur ikki fleiri áratíggju afturat, siga tey í andstøðuni.

 

– Tað hevur eisini týdning at tey, sum búgva í Suðuroynni, vita, at útlit eru fyri einum Suðuroyartunli. Í løtuni eru fólk um at missa vónina, tí tíðin gongur, og lítið og onki hendir. Tað er komið fram undir viðgerðini, at arbeiðið fer at taka eini átta ár. Ætlanin um, at tað skal verða koyrandi í 2030, fer neyvan at halda.

 

– Skal Suðuroynni verða lív lagað, má verulig gongd koma á arbeiðið beinanvegin, siga tey í andstøðuni.