Suðuroyartunnilin: Nú eru vit við at verða ov sein

Sum tað sær út nú, verður tunnilin dýrari, næstan fyri hvønn dag, sum gongur, heldur løgtingsmaður fyri samgonguna

Samgongan meinar tað ikki í álvara, tá ið hon sigur, at arbeitt verður við eini ætlan um at gera Suðuroyartunnil. Tað staðfesti Erhard Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hendan dagin í Løgtinginum, tá ið Løgtingið umrøddi samferðsluviðurskifti.

 

Erhard Joensen var rættiliga fortørnaður inn á samgonguna tí hann sigur, at tað hendur akkurát einki í málinum. Og hann heldur eisini, at nú er tíðin av álvara við at renna undan okkum. Her hugsar hann serliga um møguleikarnar at fíggja eina slíka verkætlan, sum Suðuroyartunnilin, ið verður nógv støsta verkætlan í Føroya søgu.

 

Og skal tunnilin fíggjast við lánum, verður rentan ein av teimum stóru útreiðslunum, legði hann afturat. Erhard Joensen vísir á, at fara vit ein mánað aftur, var rentan á 20 ára obligatiónslánum hjá donsku stjórnini, minus 0,1 prosent. Tað merkir, at tann, sum lænti pening, fekk pening aftur fyri at taka lán.

 

Tá mælti hann landsstýrinum til at fara í samráðingar við donsku stjórnina um at danski staturin útskrivar lánsbrøv yvir 20 ár uppá fimm milliardir  til 0 prosent í rentu, og at Danmark síðani lænir Føroyum hesar fimm milliardirnar við somu treytum, ella  0% í rentu, sum vit so gjalda aftur upp á 20 ár.

 

Men Erhard Joensen sigur, at nú er rentan komin upp á 0,6 prosent og um ein mánað kann hon vera 1,5 prosent. Og skal tunnilin fíggjast við lánum, verður rentan ein av teimum stóru útreiðslunum, legði hann afturat.

 

– Vit hava havt ein gyltan møguleika at útvega fígging, tí rentan er so lág, men hann sigur, at nú »drønar hon uppeftir«, sum hann málber seg.  Hvar er rentan um eitt ár, ella um tvey ár? Hví handla vit ikki ímeðan umstøðurnar eru við okkum, spurdi Erhard Joensen.

 

Hann heldur, at hann hevur svarið, og svarið er, at samgongan meinar tað ikki í álvara, at vit skulu hava ein Suðuroyartunnil. Hann sigur eisini, at vit kunnu fyrigykla okkum, at gongd er í málinum, men veruleikin er, at tað er ikki gongd í málinum og at tað hendur púra einki.

 

Les meiri her: Samgongan hevur lagt Føroya størstu verkætlan á hillina

 

Erhard Joensen sigur, at kemur stígur í málið um Suðuroyartunnil, soleiðis at farast kann undir at bora um tvey ár, fer málið at koma í langdrag. Vit hava akkurát bora Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, sum tilsamans eru 22 kilometrar. Kunnu vit so ikki bora ein tunnil, sum er 22 kilometrar, spurdi hann.