info
Ongi úrslit

Suðuroyartunnilin – nú má handling aftanfyri orðini

Dennis Holm
16. november 2022 kl. 17:57

Áðrenn árslok 2024 skal fyrsta skotið vera latið av til Suðuroyartunnilin. Tað verður eitt avgerandi mál fyri meg, verið eg valdur. Lat meg siga tær hví.

Fyri 5-6 árum síðani ferðaðust vit tilsamans 32 vikuskifti um árið norðureftir til fótbólt, hondbólt og svimjing við elstu børnum okkara, Alexander og Ronja. Verður komandi ár eitt vanligt ár, so verður tað helst áleið tað sama, nú okkara yngsti, William, eisini svimur og spælir fótbólt.

Hetta er gerandisdagur hjá 100 tals familjum í Suðuroynni, sum hvørt vikuskifti – oftast leygardag ella sunnudag ferðast til ítrótt norðanfjørðs, og nøkur vikuskifti um árið verður eisini gist í sambandi við kappingar.

Umframt til ítrótt, so eru vit nógv, sum hvørja viku ferðast til arbeiðis norðanfjørðs – antin frá mánamorgni til tórskvøld, ella aftur og fram fleiri dagar um vikuna, sum t.d. eg geri, nú eg starvist á Fróðskaparsetri Føroya.

Hví ferðast so ofta, jú, orsøkin er einføld: Arbeiðsmøguleikarnir í Suðuroynni eru avmarkaðir, so valið stendur ímillum at búgva í Suðuroynni og ferðast til arbeiðis í miðstaðarøkinum – ella flyta úr Suðuroynni.

– Og júst hetta seinna hava 1.000 tals suðuroyingar gjørt seinastu ártíggjuni.

Tað er veruleikin fyri tey, sum búgva í Suðuroynni. Men tey flestu kenna helst til fólkaminkingina í Suðuroynni. Tað stendur við og versnar, og síðani 1985 er t.d. talið av fólki undir 40 ár, minkað við heili 1.400 fólkum, meðan samlaða talið er minkað við umleið 1.200 fólkum. Tað merkir eisini, at tey eru tey ungu, sum í størsta mun flyta. Uttan iva eru avmarkingarnar orsakað av einari ringari farleið høvuðsorsøkin.  

 

Suðuroyartunnilin alneyðugur

Fyri Suðuroynna er Suðuroyartunnilin sostatt alneyðugur, ongin ivi er um tað. Men Suðuroyartunnilin er eisini ein íløga í búskaparvøkstur í Føroyum – eins og allar aðrar íløgur í infrakervið hava ført við sær øktan búskaparvøkstur.

Við Suðuroyartunlinum fáa fyritøkur í Suðuroynni og norðanfjørðs eina farleið, sum ikki er avmarkað av ferðaætlan ella plássi á bildekkinum.

Suðuroyartunnilin ger eisini, at smá 9% av føroyafólki fara at gerast partur av meginøkinum og partur av einum og sama arbeiðsmarknaði, sum øll onnur í Føroyum. Tá fer at bera til at búgva í Suðuroynni og arbeiða norðanfjørðs – og uttan at verða avmarkaður av ferðaætlanini hjá Smyrli og ikki minst verður ferðatíðin stytt munandi.

Suðuroyartunnilin fer sostatt at føra við sær, at fyritøkur í Suðuroynni kunnu gera enn størri íkast til føroyska búskapin, eins og suðuroyingar kunnu bjóða sínar arbeiðsførleikar fram fyritøkum og stovnum norðanfjørðs.

 

Politikkur er handling og úrslit

Upp undir seinasta løgtingsval varð breið semja millum allar politiskar flokkar, um at ferð skuldi setast á Suðuroyartunnilin. Men seinastu 3½ árini er at kalla onki hent.

Nú er nokk bíðað. Suðuroyingar kunnu ikki bíða meir, so einfalt er tað. 

Nú skal ferð setast á Suðuroyartunnilin – handling má leggjast afturat føgru orðunum og tí sigi eg – fyrsta skotið til Suðuroyartunnilin skal skjótast áðrenn árslok 2024.

Dennis Holm
Valevni hjá Tjóðveldi

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7. november kl. 12:00

Næsahjólið á Widerøe-flogfari órógvaði

4. november kl. 22:28

J. D. Vance eftir valið: - Øll vita hví vit taptu

4. november kl. 16:31

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Pengarnar 750 ferðir aftur um Føroyar vinna EM-gull

29 minuttir síðan
Tíðindi

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

1 tími síðan
Hondbóltur

Faxe Kondi: KÍF vann stórsigur á H71 2

1 tími síðan
Tíðindi

Stuttfilmur um Lítla Dímun vann heiðursløn

1 tími síðan
Fótbóltur

Jónas Prior og Jóhan Josephsen skifta til Víking

1 tími síðan
Tíðindi

Nivi Olsen leggur frá sær eftir kravi frá egnum flokki

2 tímar síðan
Fótbóltur

Meistaradeildin kvinnur: Jensa var besti leikarin í oktober

2 tímar síðan
Tíðindi

Klaus Kjellerup deyður

2 tímar síðan
Tíðindi

Frágreiðing: Tiltøk móti Russlandi verða umgingin

4 tímar síðan
Fótbóltur

Schjønberg fer nú at venja kvinnurnar hjá Esbjerg

4 tímar síðan
Tíðindi

6,3 milliónir amerikanarar kunnu missa matstuðulin

5 tímar síðan
Tíðindi

Vælkomin til ársins Jól við Løkin!

6 tímar síðan